Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2026 - 09:45 Mentan Tíðindi

Konsertin verður í Varpinum í kvøld kl. 19.30

 

Keyp atgongumerki her

Kammerkoret Dorimus hevur síðani 1993 staðið fyri væl fyrireikaðum konsertum við nærveru og stórum musikaliteti. Teir royndu sangararnir hava 6–8 konsertir um árið, serliga í Norðurjútlandi, har kórið hevur heimstað í Aalborg

Repertoirið hjá kórinum fevnir víða innan klassiska kórtónleikin – bæði eldri tónleik, romantiskan tónleik og nýggjari verk, og eru konsertirnar blandaðar við bæði klassiskum verkum, kendum árstíðarsangum og sálmum.

Dirigentur øll árini hevur verið Doris Kjærgaard, sum er organistur og kórleiðari í Jetsmark kirkju. Eftir at hava fingið kandidatprógv frá tónleikakonsarvatoriinum, hevur Doris Kjærgaard víðariútbúgvið seg í direktion hjá m.a. Morten Schuldt Jensen í Freiburg, Tone Bianca Dahl í Oslo, og í sangi hjá Annette Bo Nielsen í Nørre Sundby.

Kórið hevur fleiri ferð frumframført tónleik, sum er skrivaður serliga til tey – m.a. «Kjerlighedens Gjerninger» við tekstum eftir Søren Kierkegaard og tónleiki eftir Jakob Lorentzen, og «Tre Davidssalmer for blandet kor og harpe» eftir Christian Præstholm.

Á hesi konsertini fara vit at hoyra nýggja verkið hjá Ólavi Jøkladal við heitinum “Kyrie eleison”. Verkið varð skrivað í januar í ár og er umbiðið av Felagnum Føroysk Tónaskøld og verður nú frumframført sum 6-raddað acappella kór.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…