Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sildakanningar norðanfyri

SKRIVAÐ: Havstovan  |  15.05.2026 - 12:15 Tíðindaskriv

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan tann 30. apríl

 

Nakað av sild var at síggja í íslendskum og føroyskum sjóøki – so langt suður er eldra sildin annars ikki komin síðstu árini. Nakað av 5 ára gamlari sild (2021 árgangurin) sást – serliga eystast í kanningarøkinum, men umleið helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.

Svartkjaftur var bara at fáa við hellingarnar á Íslandrygginum og Landgrunninum og eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari. Mesta av svartkjaftinum var 1 og 2 ára gamal, men eisini nakað av 3-5 ára gomlum var uppií.
 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.

Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.

Les túrfrágreiðingina her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…