Trump: Norðsjóvaroljan kann bjarga Keir Starmer
Keir Starmer stríðist í løtuni sum úlvur á skóg fyri at bjarga sessi sínum sum forsætisráðharri Bretlands, og nú mælir Donald Trump, forsetin í USA, honum til at sleppa sínum núverandi orkupolitikki og heldur fokusera upp á Norðsjóvarolju
Keir Starmer “vindmylnar land sítt til deyðis” segði Donald Trump í eini røðu í Hvítu Húsunum, og hann søplar eitt av heimsins størsta orkutilfeingi burtur: – Míni ráð til hansara eru, og hava altíð verið, at lata upp fyri oljuni í Norðsjónum. Beinleiðis við Starmer sigur hann:
– “Tygum hava eitt í heimshøpi fantastiskt oljufund í bretskum øki, men tygum nýta tað ikki. Bretar hava ikki loyvi til at brúka tað, hóast góðskan á norðsjóvaroljuni er ein tann hægsta í verðini; oljan har hevur kanska heimsins bestu góðsku.” Trump vil ikki siga, um Keir Starmer eigur at leggja frá sær ella halda fram, men hann undirstrikar, at tað er verandi orkupolitikkurin, sum leggur politisku karrieruna hjá Starmer í oyði.
Við til søguna hoyrir, at flokkarnir, sum vunnu lokalvalini í Bretlandi herfyri, hava verið munandi meira positivir, tá tað kemur til oljuleiting, enn flokkurin hjá Keir Starmer, Labour.
Leggjast kann afturat, at tað sama er galdandi fyri føroysku flokkarnar, sum vunnu valið, og tað verður allarhelst fokuserað á øki tætt við bretska markið, har útlitini fyri at finna olju sigast vera fræg.
Samrøðan við Trump kann síggjast her: https://www.youtube.com/shorts/0757TaL2WP4