Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samtykkið ikki hesa málspilluna!

SKRIVAÐ: Jógvan á Lakjuni  |  12.05.2026 - 14:27 Lesarabrøv Politikkur

Síggi, at Løgtingið longu nú endaliga skal avgreiða málið um, hvussu løgtings- og landstýrismenn og -kvinnur frameftir skulu kallast, og harvið staðfesta hetta illa frágingna uppskotið.

 

Tað harmar meg, at viðgerðiin ikki hevur verið djúpari og meira umfatandi og nágreinilig! – Hetta er jú okkara "grundlóg", sjálv stýrisskipanarlógin, sum skal broytast, og her eru so sera prinsipiellir málsligir spurningar, sum talan er um.

Siðvenja er, tá ið ein grundlóg skal broytast, at seta eina kommissión við ymiskum skilagóðum fólkum at viðgera málið frá øllum síðum og síðani koma við uppskoti.

Grundlógarbroytingin skal síðan viðgerast og samtykkjast av tveimum tingum, (og fer síðan til fólkaatkvøðu).

Harmiligt, at formansskapurin skal hava so lítla virðing fyri hesum.

Hvussu skilaleyst hetta uppskotið er, sæst best á virðingini fyri orðinum, løgmaður - eitt heilt sermerkt orð, eitt heiti, sum altíð er í óbundnum formi - men nú skal tað kunna eita "løgkvinna"! 

Løgmansheitið er aldargamalt og hevur verið nýtt í Føroyum allar tíðir. Gilli løgmaður er fleiri ferðir nevndur í føroyingasøgu. Føroyska løgmansembætið stavar frá 13. øld, tá ið stóru rættarligu nýskipanirnar vóru í Noregi og í Føroyum.

Løgmaður er ikki eitt starvsheiti, men ein instutitión! Tí er tað ein vanvirðing og púra søguleyst at gera eitt, ja eg vil kalla tað eitt tvætliorð, "løgkvinna", sum smábørn kundu funnið uppá at spælt sær við. - Ja, mann trýr, tað er skemt!

Hetta er júst sama uppskot, sum Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir løgdu fyri tingið í 2020 - tí nú skuldi mann gera upp við kallkynsheitini, ha, legg merki til: "gera upp við kallkynsheitini", sum tað framvegis stendur í uppskotinum

Syndarligt, at løgtingið skal hurra hetta málið ígjøgnum - hetta er søguloysi og vanvirðing fyri okkara kæra og viðbrekna móðurmáli. Tað tykist fyri mær, sum at tað er ein politisk korrektheit, ið stýrir øllum, tíverri eisini málfrøðini, og at mann púrasta lítilsvirðir og kveistrar burtur málfrøðilig og søgulig aspekt!

Eingin virðing er fyri, at kallkynsformurin í so mongum formum og brigdum er felagsformur á føroyskum. 

Tað er nógv annað í uppskotinum, sum ikki er gjøgnumhugsað.

Sum fyrrverandi løgtingsformaður - og serliga sum málkønur, harmist eg um, at Føroya Løgting samtykkir hetta uppskotið.

Skrivaði bæði í 2023 og nú ein dagin til grein 25-nevndina um at sleppa at greiða teimum frá mínum sjónarmiðum, men har er eingin áhugi at lurta eftir "gomlum" løgtingsformonnum.

Eg fari at heita á Løgtingið um ikki at samtykkja hetta uppskotið - hetta hevur als ongan skund.

Setið eina kommissión at viðgera málið av nýggjum!

 


Jógvan á Lakjuni

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…