Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nevndin í Reyða Krossi afturvald

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.05.2026 - 10:35 Tíðindaskriv

Á árliga aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroya varð, sum varð hildin í dag 10. Mai, varð nevndin afturvald.

 

Góð uppmøting var til fundin, sum varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn. 


Nevndin hevur skipað seg soleiðis: 

  • Jóannes Eidesgaard, formaður 
  • Torfinn Højgaard, næstformaður 
  • Mary-Ann Thomsen, kassameistari 
  • Fía Niclasen, nevndarlimur 
  • Tommy Petersen, nevndarlimur  
  • Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur 
  • Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur 


Ársfrágreiðingin varð løgd fram á fundinum. Greitt varð frá nógva og vaksandi virkseminum hjá Reyða Krossi um alt landið. Eisini varð greitt frá nýggju strategiini hjá okkum, sum hevur heitið Saman um at hjálpa, sum er galdandi fyri árini 2026-2031.

Fíggjarstøðan í felagsskapinum er góð. Millum annað hevði Endurnýtslan 2,2 milliónir krónur í yvirskoti, sum er eitt gott grundarlag fyri hjálpararbeiðnum.

Annars er nógv gott at siga um virksemið í farna ári. Millum annað fingu 2.361 føroyingar prógv í fyrstuhjálp, 651 pakkar vórðu útflýggjaðir í Mat- og klædnahjálpini, og so lat Reyði Krossur harafturat 5,6 milliónir krónur til humanitera hjálp kring heimin í 2025. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…