Lýsing
Lýsing
Lýsing

Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–børn hittast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.05.2026 - 17:51 Mentan Tíðindi

Omanvert har Christianskirkjan nú stendur, tók ein býlingur seg upp í seinast í 1940-unum og fyrst í 1950-unum, sum fekk navnið á Lítlubrekku. Markið suðureftir var Vágsá, tað er áin ímillum Lítlubrekku og Vágsheyg, og markið úteftir var býlingurin á Selheyggi.  

 

 

Heilt til fyrst í 1970-unum strekti býlingurin Lítlabrekka seg fýra húsarøðir niðan frá Christianskirkjuni. Seinast í 1960-unum og frameftir settu nýggj ættarlið trýst á fyri at seta fót undir egið borð, og kommunan noyddist at leggja góð teigalendi út til sethús. Býlingurin vaks tískil skjótt niðaneftir.

 

Hava egnan facebook-bólk

Børnini, sum vuksu upp uppi á Lítlubrekku, hava ein bólk á Facebook, og tey komu saman í dag kl. 13.00 í Christianskirkjuni. Tað er Birgir Waag Høgnesen, sum hevur tikið stig til hetta treffið og eisini til Facebólkin ”Lítlubrekkubørnini tá”, sum varð stovnaður í 2022 og hevur um 160 limir.

Birgir sigur, at barnatalið var stórt og virksemið í býlinginum nógv.

- Nógv varð spælt úti um kvøldarnar, og so høvdu dreingirnir og onkur genta eisini gleði av Lítlubrekku Bóltfelag, sum bara varð kallað LB, sigur Birgir.

 

Stórt aldurspjaðing

Útvið 70 ’børn’ hava teknað seg til at koma saman í kirkjukjallaranum í dag til hugna og prát – tey elstu eru farin um tey sjeytifimm.

- Eg veit ikki, hvussu gomul, ið tey yngstu eru. Aldursmunurin millum tey elstu og tey yngstu var stórur, eg hugsi mær at tey yngstu munnu vera farin av teimum 50. Á hugnaløtuni fær yngra ættarliðið høvi at hitta tey eldru, sum tey ikki hava kent frá teirri tíðini, sigur Birgir, sum upplýsir, at Karl Johansen, borgarstjóri, kemur í Christianskirkjuna at heilsa uppá lítlubrekkubørnini.

 

Minnir og kenslur

Tá ið vit tosaðu við Birgir stutt fyri kl. 13.00 segði hann, at nógv vóru longu komin og at fólk vóru í góðum hýri og spent.

- Longu fyrstu løturnar fingu kenslurnar fram, tí smílini sóust beinanvegin, tá ið ’tey vaksnu børnini’ sóu hvønnannan, segði hann.

- Ein long røð við gomlum ”Lítlubrekka-myndum” melur í ring á stórskíggja, nú meðan vit bíða eftir at seta okkum, so her verður nógv prátað, segði Birgir.

 

Lítlubrekku-tónleikarar

- Nógv minnir at koma fram, og helst fara onkrar stuttligar søgur at verða sagdar, tá ið vit hava sett okkum, segði Birgir, sum upplýsti, at Lítlubrekku-tónleikarar fara at framføra og at spæla undir til felagssangin.

Norðlýsið fer at fregnast um tiltakið seinni, og Birgir hevur lurtað redaktiónin á Norðlýsinum í oyra, at í hvussu er ein stuttlig søga um Lítlubrekka Bóltfelag verður send blaðnum mánadagin.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…