Lýsing
Lýsing
Lýsing

Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk

SKRIVAÐ: Fjølrit  |  08.05.2026 - 18:24 Mentan Tíðindaskriv

Viðurløg fyri slakar 1,3 milliónir krónur eru nú klár at býta út til allar rættindahavar, sum senda inn fráboðan til Fjølrit innan 1. juni 2026. Talan er um fyrnd viðurløg fyri brúk av vardum verkum, sum fór fram í 2022.

 

Treytin fyri at fáa lut er, at tú skalt hava givið út verk frammanundan, og at tú arbeiðir við at framleiða eitt ella fleiri nýggj verk. Bæði útgivin og nýggj verk skulu vera innan øki, sum Fjølrit í dag umsitur, sum eru tekstur, myndir og nótar.

Puljan, sum nú er tøk, er einasta pulja, sum verður býtt út í 2026.

Freistin at senda inn fráboðan er 1. juni 2026 kl. 15.00. Fráboðanin skal sendast inn talgild á serstakari síðu á heimasíðuni hjá Fjølriti, sum tú finnur her.

Á somu síðu finnur tú eisini kunning um treytir og annað fyri at fáa útgjald.

Tú skalt vera skrásett/-ur sum rættindahavi fyri at senda inn fráboðan, og tað kanst tú eisini gera á serstakari síðu á heimasíðuni hjá Fjølriti, sum tú finnur her.

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja á tlf. 238600 ella 238601, ella skriva til post@fjoelrit.fo.

Um fyrnd viðurløg
Sambært § 43 í lóg um upphavsrætt, fyrnar viðurlag fyri nýtslu av vardum verki trý ár frá ársenda av tí árinum, tá ið verkið varð nýtt. Hevur upphavsfólkið at hesum verki ikki gjørt krav sítt galdandi móti Fjølriti innan hesa freist, kann Fjølrit býta út viðurlagið á annan hátt, til dømis soleiðis, sum her verður gjørt, til at skapa nýggj verk fyri.

Viðurløgini, sum nú verða býtt út, koma frá gjaldi fyri nýtslu av vardum verkum, sum fór fram fyri 1. januar 2023, og sum Fjølrit ikki á annan hátt hevur kunnað goldið út, eitt nú vegna vantandi upplýsingar um rættindahavarar, ella vantandi upplýsingar um ítøkiligu nýtsluna. Ein partur er eisini viðurløg til útlendskar rættindahavarar, sum Fjølrit sambært B-avtalu við onnur lond kann býta út til føroyskar rættindahavarar.


Fjølrit

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…