Veiðiloyvini verða bæði rullað aftur og gjørd rullandi aftur
Núverandi fiskiflotin hevur einans veiðiloyvi í 7 ár og 7 mánaðir afturat, tí undanfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, steðgaði í 2023 skipanini við rullandi loyvum í fiskivinnuni, soleiðis at tey núverandi loyvini fara úr gildi tann 1. januar 2034. Tað verður nú broytt.
Nýggja samgongan er samd um at leingja veiðiloyvini til 10 ár, og at tey aftur skulu endurnýggjast á hvørjum ári.
Bárður á Steig Nielsen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at leingja fiskiloyvini til 1. januar 2037, og somuleiðis stendur, at landsstýrisfólkið skal leggja uppskot fyri Løgtingið um at leingja gildistíðina á loyvunum eitt ár einaferð um árið.
Undir seinastu samgongu, tá Tjóðveldi umsat fiskivinnumál, vórðu loyvini ikki longur endurnýggjað á hvørjum ári, og tískil gjørdist gildistíðin styttri ár fyri ár.
Verður uppskotið hjá fiskimálaráðharranum samtykt, vita aktørarnir í fiskivinnuni, at teir hava loyvi fram til í minsta lagi 1. januar 2037.
Eisini inniheldur nýggja uppskotið nýggjar ásetingar um útblaking, frágreiðing fyri Løgtinginum, avhending og heimildir at banna skipum undir fremmandum fløggum um at umskipa í føroyskum havnum og føroyskum sjógvi.
Alt uppskotið kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11511