Vitjan av stuðli
Augustinus Fonden, sum í 2025 lutaði ikki minni enn kr. 618 mill úr til ymiskar mentanarligar verkøtlanir, hevur eisini samstarv við mentanarstovnar í Klaksvík.
Tað var m.a. í hesum sambandi at embætirfólkini, Mette-Astrid Jessen og Inger Krog – saman við stjóranum, Frank Rechendorff Møller vóru á vitjan í Klaksvík í morgun.
Tey vildu síggja listaverkið, Fípan Fagra hjá Edward Fuglø í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum tey hava stuðlað.
Talan er um ein av gomlu bátunum hjá Niklas í Koltri, ið er tikin sundur – uttan at broyta eitt sprek, og síðani bygdur uppaftur sum eitt listaverk. Ein dreki, sum skal seta Fípuna Føgru í frælsi, so sum vit kenna søguna úr kvæðnum við sama navni.
Síðani vóru víst nøkur dømi og frásagnir frá QR-kotunum, ið eru settar upp ymsa staðni í býnum – serliga úti í Klaksvík, sum greiða frá læknastríðnum. Hesa verkætlan hevur Augustinus Grunnurin eisini stuðlað, saman við kommunui.
Eisini varð vitjað í Christianskirkjuni, har greitt varð fra umvælingini av tekjuni. Men ikki minst sóu vit listaverkið – meistaraverkið hjá Edward Fuglø og Sjúrða Sólstein í kirkjukjallaranum, Jesus úr Nasaret.
Stutta rundferðin endaði í Varpinum, har Augustinus Grunnurin saman við Bakkafrost, og niðurlagda Kommunala Starvsmannafelagnum hava stuðla væl undir, so til bar at keypa hetta serstaka flyglið, sum kostaði ikki minni enn kr. 2,2 mill.
Klaverið leikaði m.a. upptøkur frá Jóhannes Andreasen sum undirspæl til brot úr Papageno hjá Mozart, ið Birita A. Davidsen sang solo til.
Endamálið við ferðini var eisini at tilrættaleggja eina seinni vitjan beint eftir summarsteðgin, har alt stýrið fyri Augustinus grunnin kemur á vitjan í Klaksvík, eftir nøkurlunda somu leið, sum í dag.
Tey vóru hugtikin av hesum lítla býi, sum kundi so nógv við sínum stóru og áhugaverdu verkætlanum. Eisini at eldhugaði hugburðurin við spennandi og annarleiðis verkætlanum merktu henda bý, sum tey høvdu eyðmerkt sær.