Lýsing
Lýsing
Lýsing

Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk kanningarstova

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.05.2026 - 14:48 Tíðindaskriv

Í ár eru 10 ár liðin, síðani Thetis varð sett á stovn. Í tí sambandi verður hátíðarhald fríggjadagin 8. mai kl. 14–17 í hølunum á Heiðavegi 53 í Saltangará. Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu við ábiti, røðum og tónleiki. Hetta verður eitt gott høvi at hittast,  at líta aftur á og frameftir.

 

Thetis varð stovnað í 2016 við endamálinum at veita álítandi, dygdargóðar og skjótar heilsufrøðiligar kanningar umframt góða og smidliga tænastu. Fyritøkan er akkrediterað sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017 og arbeiðir við mikrobiellum og kemiskum kanningum umframt eDNA-sekvensering burturav. Kanningar fevna m.a. um vatn, matvørur og reinhald, og kundaskarin umfatar alivinnu, fiskivinnu, framleiðsluvirkir, kommunur o.o.

Undir koronafarsóttini 2020-2022 hevði Thetis ein týðandi leiklut. Í samstarvi við Føroya Landsstýri framdi fyritøkan allar kanningar við landamørkini og meginpartin av innanlandskanningunum. Í 2020 fekk Thetis heiðurin Ársins Íverkseti og í 2021 heiðurin vinnuátakið.

Í 2023 flutti Thetis inn í nýggja, hátøkniliga kanningarstovu á Heiðavegi 53. Í dag starvast sjey fólk í fyritøkuni við breiðari fakligari útbúgving og drúgvum royndum innan kanningarstovuarbeiði.

Vit gleða okkum til at síggja kundar, samstarvsfelagar, fyrrverandi starvsfelagar, familju og onnur áhugaði til hugnaligan 10 ára føðingardag hjá Thetis fríggjadagin 8. mai kl. 14-17 á Heiðavegi 53 í Saltangará - Hjartaliga vælkomin øll somul.


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu