Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skapa eitt listaverk

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  05.05.2026 - 11:26 Myndarøð Tíðindi

Í Valskúlanum hava næmingarnir listabreyt, sum er ein kreativ breyt. Seinastu árini hava næmingarnir hvønn fríggjadag havt seks undirvísingartímar á listabreytini.

 

Vanliga fara tey ígjøgnum fleiri ymiskar arbeiðshættir, og í ár hevur tey millum annað havt glaslist og málningalist umframt, at tey hava prentað bæði linoliumsprent og gelprent, gjørt smykkur og leir.

Eisini hava næmingarnir havt tvær vitjanir, sum Listaleypurin skipaði fyri. Fyrst hevði Marjunardóttir eina bindiverksstovu undir heitinum Bind eina kenslu, og síðani varð arbeitt við Gandakenda ljósinum, har tey tóku myndir, sum tey sjálvi framkallaðu. 

Fyri at taka saman um árið, fingu næmingarnir ein bundna uppgávu. Til hesa uppgávuna høvdu næmingarnir tveir fríggjadagar.

Uppgávuorðingin var hendan:

Skapa eitt listarverk, sum lýsir eitt hvørt huglag (handaligt)
Nýt arbeiðshættir og teknikkir, sum vit hava lært hetta árið (handaligt)
Greið í stuttum frá, hvør hugsanin aftan fyri listarverkið er (skrivligt)
Greið í stuttum frá, hvørjar arbeiðshættir, og hvat tilfar, tú hevur nýtt (skrivligt)
Tað er altíð stuttligt at síggja, hvussu næmingarnir arbeiða, tá ið teir fáa eina bundna - tó fría - uppgávu, sum hesa. Og um tit eru áhugað at vitja framsýningina við verkum teirra, so finna tit hana beint uttan fyri Bókasavnið á Skúlatrøð.

Les her um verkstovuna Bind eina kenslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið