Javnleikur í toppdysti
Tað sá leingi út til at KÍ fór at taka øll stigini við sær úr Gundadli, men langt inn í yvirtíðina eydnaðist tað HB at skorða og tryggja sær javnleikin.
Dysturin var ikki meiri enn byrjaður, tá ið KÍ gjørdi ein feil í uppspælinum, sum viðførdi at bólturin varð spældur beint í beini hjá einum HB leikara. Bráð Zakariasardóttir gjørdi skjótt av og skeyt, væl uttanfyri sekstanmeturin, bóltin upp um Óluvu í málinum og so var støðan 1-0.
Fysti hálvleikur gjørdist eitt sindur rótutur. Hvørki KÍ ella HB høvdu beinleiðis leikliga yvirvág. Tó hevði KÍ onkran stóran kjans, til dømis tá ið Tórunn sendi eitt gott innlegg inn í sekstanmeturin til Mariu V. Johansen, sum tíverri skeyt upp um málið.
Við KÍ brillum var ein døming í fyrra hálvleiki kanska eitt sindur ivasom, tá ið bólturin varð sendur inn í sekstanmeturin og málmaðurin hjá HB leypur í ryggin á einum KÍ leikara. Dómarin velur at geva málmanninum fríspark, hóast eingin leikari fór eftir málmanninum. Støðan kundi enda við einum máli, um spælt varð víðari.
Størsta møguleiki, sum HB fekk í fyrra hálvleiki, var eitt fríspark, sum Óluva trygt tók sær av.
Ein eitt sindur rótutur fyrri hálvleikur, har KÍ tó fekk betri spæl og yvirvág móti endanum, tá ið tær eisini vóru komnar yvir byrjunarskelkin.
Seinni hálvleikur
5 minuttir inn í seinna hálvleiki fekk Brá Zakariasardóttir eisini eitt sera gott skot, sum Óluva akkurát kláraði at nerta somikið, at bólturin fór á tvørtræið.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ leikliga yvirvág, meðan HB í stóran mun royndi at verja. KÍ gjørdi eina útskiftin, tá ið Malena Olsen bleiv skift út fyri Tóru Mohr. Malena hevði verið sjúk fyrr í vikuni, og kundi tí ikki spæla móti Víkingi fyrr í vikuni. Tóra kom inn, og tók av møguleikanum. Tóra fekk eisini høvdið á bóltin skjótt eftir hon kom inn, men bólturin fór dygst við málinum.
Eisini varð Jórun Patawary skift út fyri Karlu Sjóstein. Við hesum flutti Durita Hummeland aftur í miðverjuna og Karla bleiv flutt fram á plássi hjá Duritu.
Tað var eisini Tóra Mohr, ið átti seinasta fótin á bóltinum, tá í KÍ legði seg á odda í 76 minutti. Eftir innleggi frá Sannu Svarvadal, kundi Tóra snildisliga fanga málmanin á skeiva fótinum og leggja bóltin í málið til 1-2 til KÍ.
Eftir hetta var tað framhaldandi KÍ sum hevði mest spæl og møguleikar.
Tó at tað ikki hevði verið nevniverdar støður í dystinum, har spælarar hvødu ligið á vøllinum ella longri steðgir høvdu verið í spælinum, so valdi dómarin at leggja 5 minuttir afturat leiktíðini. Hví so var, er ilt at síggja orsøk til, men tað var júst í yvirtíðini at HB kláraði at fáa útjavnandi málið, og harvið tryggja sær 1 stig á heimavølli.
KÍ hevði møguleikar at skora til 1-3 áðrenn HB fekk seinasta møguleika, men tíverri manglaði tað seinasta í, tá ið seinasti fótur skuldi setast á skotið.
2-2 gjørdist endaliga úrslitið, og spenningurin í toppinum í meistaradeildini hjá kvinnum er í hæddini.