Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrra bræv Pæturs

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen (lagt út vegna høvundan)  |  02.05.2026 - 15:08 Lesarabrøv

Pætur, apostul Jesu Krists – til útlendingarnar í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Bitynia. Útvald eftir fyrivitan Guðs faðirs, í Halgan Andans, til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists. Náði og friður fallið tykkum margfalt í lut!

Guð hevði fyri eldri tíð síðani boðað frá, at Ísrael skuldi blíva atspreitt ímillum heimsins fólk (5. Mós. 28:63-68). Henda atspreiðing fór fram við Ísraels burturbeining til Asyriatria og Judas til Babel. Mong av teim burturførdu vendu ikki aftur til Ísraels, tá ið tað aftur var gjørligt. Síðani fluttu eisini nógvir av jødunum frívilliga til ymisk lond.

Í fyrstu nýtestamentligari tíð búleikaðust faktiskt teir flestu jødar uttan fyri greinsu Ísraels. T.d. í Egyptalandi, Syria, Lítlaasia, Grikkalandi og í Rom vóru betýðiligar jødiskar koloniir. Tey høvdu frítt trúðarfrælsi; bygdu synagogur og fingu nógvar tilhangarar (proselyttar) til sína trúgv. Teir varðveittu sambondini til heimlandið og sendu tempulskatt og gávur hagar. Jesus boðaði frá eini fullkomnari atspreiðing, ið fór at koma i nýggju paktstíðini (Luk., kap. 21).

Hetta, ið Guð fyri eldri tíð síðani hevði boðað frá, fór fram aftaná Jerusalems oyðleggilsi í ári 70 og víðari eftir Bar Kochbas uppreistur. Tey somu profetiir, sum ávaraðu um atspreiðilsi hjá jødunum, boða eisini, at í teim seinastu døgum vil Guð aftur samla Jødarnar í sítt egna land (Es. 11:12 og 49:12; Jeramias 16:16-17 og 31,8-10; Es. 20:32-38, 28:25-26 og 37:21.

Lovaður veri Guð og faðir Harra okkara, Jesus Kristus, sum eftir stóru miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu – til óforgongiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlinum; tykkum, sum við kraft Guðs eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað í síðstu tíð!

Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – tá so skal vera – hava sorg í alskuns royndum, fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabærari enn hitt forgongiliga gullið og verður tó roynt við eldi – kann finnast við rósi dýrd og heiðuri í opinbering Jesu Krists. Tað kundi verið freistandi at hildið longur fram við at grivið djypri, eins og Pætur, við atspreidda fólkinum. Hann, Faðir okkara, ið setti mannaættina inn  á koyribreytina, kann væl hugsast eisini sá skuggarnar av komandi hendingum á lívsleið mannaættarinar.

Tíðindatænasta okkara her á landi hevur aktiv tænastufólk reisandi runt umkring og fær ofta kvinnur og men at grava í ymiskum dýpdum. Persónliga vil eg siga, fyri tað fyrsta, at eg hevði ein ommubeiggja, ið eftir hondini gjørdist til abba mín. Pápi var sjómaður, ið sigldi sum maskimaður, so tað var abba, eg helt meg afturat um dagarnar.

Ein dag hevði hann amboð (verktøy) um hendi og var við at gera mær ein torvskera; hann vildi læra tann lítla at viðvirka í haga og bøi, har hann arbeiddi um dagarnar. Væl av seyði var og tvey neyt; bát í neysti og ein minni á lunnunum til dagligt. Fyrstu ferð, eg royndi mítt fitta lodd og snøri, hann gav mær, á Skálafirðinum, egndi hann mær húkarnar og stóð uppi yvir mær, tá ið kastað bleiv og segði við meg: – ”Bið Jesus vera við tær”. Tað sama fór fram, tá ið hakin (torvskerin) bleiv trýstur niður fyrstu ferð og fitti lýggin var við á bønum. Eg gloymi hesar hendingar á leið míni ongantíð; eri glaður um hendan kunnleika.

(ES: Men nú, Harri! Tú ert Faðir okkara; vit eru leirið, og Tú ert tann, ið evnar okkum til – handverk títt eru vit øll somul (Es. 64:7)).

Jóhannes Martin Olsen                                                                                          

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Lýsing