Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alt streingir ið tóna

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  03.05.2026 - 20:29 Mentan Tíðindi

Hjartaliga til lukku við trý fjerðingsøldini Stanley Samuelsen.

 

”Judas”. ”Judas”. ”Judas”. Í framúr væleydnaðu kykmyndini A Complete Unknown, leggur troubadoururin kassaguitaran frá sær og sleingir ein annan og smidligari um herðarnar, køkir ravmagn í endan á honum og fyllir lofthavið við klassikaranum Maggie's Farm og síðan Like a Rolling Stone. Hetta hendi hin 25. juli 1965 á Newport Folk Festivalinum. Musiski arvingurin hjá Woody Guthrie hevði svikið amerikansku fólkatónleikara traditiónina. Áhoyrarafjøldin í øðini, spinnandi galin. Bob Dylan verður hesa løtuna samanborin við mannin, sum sveik Jesus í Getsemane urtagarðinum fyri tveimum millennium síðan. Skelkurin er so stórur, at mong rýma frá festivalinum. Søgan endurtekur seg árið eftir í Manchester í Bretlandi, saman við ljómliðnum, sum seinri fekk heitið the Band. Dylan legði líka í, hann fylgdi síni egnu kós og ætlan, yvirlivdi væl og virðiliga sum poetur og troubadourur, verður 85 ára gamal um tríggjar vikur, og fyri einum hálvum ári síðan hoyrdi eg hann úti í Royal Arena í Keypmannahavn. Nobel-virðislønin er dømi um, hvat ið ber til, um menniskju fylgja egnum hugsjónum og áhuga og ikki lata onnur – óviðkomandi - flyta seg burtur av leið.

 

Tey flestu hava hoyrt kendu útsøgnina: ”Dr. Livingstone, I presume?” Ongin hevði hoyrt frá gitna læknanum, trúboðaranum og rannsóknarmanninum Dr. Livingstone í fimm ár. Leitað var eftir honum, og umsíðir bar ein ungur tíðindamaður hjá New York Herald eyga við ein mann, sum líktist doktaranum. Í námindum av Tanganyikasjónum í Afriku hittust teir, og tá bar Henry Morton Stanley tey kendu orðini fram fyri seg: ”Dr. Livingstone, I presume?” Veit ikki um hendan hendingin hevur ávirkað navnatøkuna, táið tólvta barnið hjá Steingrimi og Lenu skuldi skírast, helst, men sambært føðingardagsbarninum snýr tað seg um eina kreativa sambræðing av ”Stan” og ”Ley”. Soleiðis er Stanley uppkallaður eftir foreldrunum, sum helst ikki hava ætlað, at nakar skuldi gerast yngri enn hann í barnaflokkinum. Eftirdøtturin. Táið onkur var í hinum endanum á fjarrøðilinum viðvíkjandi hesi løtuni spurdi eg: ”Mr. Stanley í Fuglafirði, I presume?”

 

Um sama mundið sum Bobburin ger guitaran til eitt ravmagnsverk, hinumegin havið, sleppir Stanley kassaguitaranum, sum Thorleif, bróðir hansara, hevði keypt honum frá einum norðmanni í Føroyingahavnini. Táið nakað var fráliðið, hendi tað, í einum býtishandli, at Simme fekk konfirmatiónsgávurnar afturfyri ein ravmagnsguitara, men frammanundan hesum hevði Stanley longu verið á palli í Sjónleikarhúsinum í heimbygdini og roynt seg saman við Silly Boys – bert 12 ára gamal.

 

Tónleikurin kemur ikki frá fremmandum. Í kvøðuljómunum hoyrdu vit at kalla hvønn sunnudag Flemming syngja m.a. Kongaríkið í Bábylon, og hann var tíðum at hoyra í V4-sendingunum líka, Eilif leikti á urgu og fiól og var kórleiðari hjá Kristiliga sangkórinum og hini í stóra systkinaflokkinum hava ivaleyst roynt at spæla uppá eitthvørt ljóðføri.

 

Forsangarin í orkestrinum var ein bulmikil og karismatiskur harri. Jóannes. Silly Jóannes, sum onkur rópti hann. Hann hevði eina velduga rødd, sum kanska lá meiri til Elvis Presley og teir gomlu kroonararnar, seinri royndi hann seg eisini sum gospelsangara. Hvør einstakur ger stóran mun í einum orkestri, og við Stanley fekk Silly Boys eina dimensión, sum lyfti bólkin upp í eina heilt aðra sferu. Hann sang óvanliga væl, og gjørdist við tíðini ein snillingur á guitaranum. Og tað er ongin loyna, at hann serliga fekk ein stóran kvinnuligan fjepparaskara við jarpa flákrandi hárinum og mildu eygunum. Tign hekk uppi við. Onkursvegna var blóðið blátt, sum rann ígjøgnum æðrar hansara, abbin fyrsti løgmaður undir heimastýrinum, pápin sýslumaður og so sótu Samuelsen-menninir eisini á meginpressuni í landinum – Dimmalætting, har ið fleiri av brøðrum hansara virkaðu saman við Crayon.

 

Orðaði tað einaferð við ein vestmenning, at poppurin og rockurin eru orsøkin til, at okkara ættarlið bert gjørdust viðfáningar sum kvøðarar. Hendan anglikanska bylgjan snýsti alt annað burtur, sum fyri var. Mangir royndu seg í kjallaraorkestrum, men mangur fæst við boga, og er ikki mentur upp at toga. Teir flestu komu aftur sum av torvheiðum, sum vaðskítar, hóast nógvir ungdómar um tað mundið tørnaðu inn saman við transistorlurtinum og Radio Luxembourg. Gróður var í poppheiminum. Tað var næstan ikki dagur, at tað hoyrdist um nýggjar bólkar: Dave Dee, Dozy, Beaky, Mick & Tich, Beach Boys, Rolling Stones, Byrds, Lovin’ Spoonful, Band, Kinks, Tremeloes, Hollies, Jefferson Airplane, Who, Cream, Mamas & Papas og so sjálvandi the Beatles. Beatlarnir mundu gera Stanley størsta munin, og okkurt bendir á, at hin ofta undirmetti guitarleikarin, George Harrison, var honum meiri viðkomandi enn heimsgitna stjørnuparið Lennon & McCartney. At vera á poppmarknaðinum um somu tíð sum Jimi Hendrix, Eric Clapton, Keith Richards, Jeff Beck og Hank B. Marvin, tað var ikki gamansleikur, men í eftirsjónini má ásannast, at hin sálaði Harrison menti seg fram til at vera millum úrmælingarnar.

 

Í øllum hesum meldrinum verður ein ungur Stanley kendur sum poppari kring um allar Føroyar. Teir spæla í Klaksvík, á Skála, í Vestmanna, í Havn o.s.fr., og kend er søgan um tað eina kvøldið á Skála, - í Kvilts Café. Eitt eyðkenni í hesi tíðini er, at menn dámdu at berjast, glímast, í uppgangandi kenning hingu nevarnir leysari, og stríddust teir um eina og somu gentu, tá kundi tað ganga heilt galið. Sjálvur eri eg tíverri ov ungur í mun til Silly Boys, hóast eg var byrjaður at ganga í dans í Glyvra Bio nakað fyri fermingaraldur, um somu tíð sum ensemblið í Fuglafirði fór undir sína grand finalu, og enntá var kosið besta orkestrið í landinum í einari poppkapping. Hugagóðir fylgdu vit glímingini, og tað var ikki óvanligt, at tað hingu einar 30 hvítar blóðdálkaðar skjúrtur á knakunum í ganginum morgunin eftir eitt lívligt fríggjakvøld í Glyvra Bio. Bilarnir vóru drykkjustovur, og menn, og seinri kvinnur, kulkaðu elephant-bjór og discount vínið Den med Tyren í seg, sum var tað kranavatn. Finsprittið – 96% - kundi eisini geva eina skjóta vóning, men onkur helt fyri, at tað guvaði ov skjótt úr æðrunum aftur. Tað snúði seg sjálvandi um at drekka sær mót til at leggja ástir saman við onkrari dís, helst í einum seinasta dansi, sum m.a. kundi vera A Whiter Shade of Pale hjá Procul Harum.

 

Apropos Kvilts Café. Silly Boys spældu til dans á Skála tað eina kvøldið. Stanley var ikki fermdur, og kortini partur av orkestrinum. Menn leypa í krovið á hvørøðrum, stórur bardagi, hildarleikur, og boð verða send eftir løgregluni. Størsti trupulleikin fyri Silly Boys var kortini hin ungi guitarleikarin, sum enn ikki hevði fingið prestsins hond á høvdið. Teir goymdu hann undir einum stóli fyri at løgreglan ikki skuldi varnast brotsverkið, at ein óviti spældi til dans á Skála. Hetta var ein avbjóðing fyri Lenu, sum frekventeraði sóknarprestin Torkil Beder, fyri at fáa góð ráð. Beder var ein vitugur maður, og hann segði Lenu, at hetta skuldi hon ikki hugsa so nógv um, táið Stanley helst kundi funnið uppá okkurt, ið var nógvar ferðir verri enn tað, at spæla á guitar og at syngja fyri fólki.

 

At beatlarnir góvu størsta íblásturin, hoyrdu vit, sum vóru stødd í Ítróttarhøllini á Hálsi til ”Aftur í 60-árini”, sum hondbóltsfelagið Neistin skipaði fyri seinast í áttatiárunum. Silly Boys spældu m.a. Nowhere Man, og táið Stanley syngur og spælir Norwegian Wood, sum John Lennon yrkti, eftir eina miseydnaða roynd at fjasast við eini aðrari kvinnu enn konuni, tá hoyrist, hvussu tætt knýttur Samuelsen er at hesum Liverpool orkestrinum. Hann hevur fingið tónleikin undir húðina og inn um skallabeinini. Lennon kom aftur sum av torvheiðum ta ferðina, undir dýnuna slapp hann ikki, ístaðin endaði hann í baðikarinum, umgyrdur av norskum viði. ”I once had a girl, or should I say, she once had me. She showed me her room, isn´t it good, Norwegian Wood? She asked me to stay and she told me to sit anywhere. So I looked around and I noticed there wasn´t a chair…..” “I think it was John who really urged me to play sitar on 'Norwegian Wood,' which was the first time we used it”, segði hin evnaríki Harrison seinri, eftir at indiski sitarurin hevði gjørt sína entré í poppuniversinum. Rubber Soul. Sum á mangan hátt var ein opinbering. Ein menningarLP, sum teir skrúvaðu saman eftir famøsu USA´ferðina, har ið teir m.a. hittu Dylan og Presley í New York og Los Angeles. Norwegian Wood, Nowhere Man, The Word, Michelle, Girl, In my Life, If I Needed Someone, Drive My Car.

 

Meðan føroyskur ungdómur er rúsaður av anglikanskum poppi um hetta mundið, rekur ein javnfjar føroysk slóð í umhvørvinum. Tey av Kamarinum, Simme, Snow Flakes og partvíst Faroe Boys við Tú og eg á ástartingi og Vit fáa tevatn og breyð. Seinri koma Kári p., Annika Hoydal, Harkaliðið, Jógvan Telling, Straight Ahead og Frændur. Stanley flytur av landinum, og er í føroyskum høpi ógviliga kúrrur í drúgva tíð. Sum skilst var hann ikki minni engasjeraður kortini, spældi nógv, einsamallur og saman við øðrum. Ferðaðist víða um, eisini uttanfyri Europu, og gitin er hansara musiski leiklutur í donsku arbeiðararørsluni. Sum hjá so mongum ger ein romantisk tjóðskaparkensla seg galdandi, sum ofta tekur dik á seg, táið vit eru stødd uttanfyri landoddarnar. Heimlongsul. Tár kunnu renna úr eygnavikunum, hjartað bivar, bara tú sær litirnar á Merkinum. Tá er gott at hava Songbók Føroya fólks við hondina.

 

Stanley verður hertikin. Ger ein øvutan Dylan. Setir ravmagnsguitaran frá sær, og fer aftur til guitaran, hann fekk frá Thorleifi, fingin til vega í Føroyingahavnini. Um eg kundi kvøðið, og føroyingar sita málleysir og lýða á. Sum hann sjálvur hevur sagt, Janus, Djurhuus, er primus inter pares í hansara lýriska hugaheimi, hóast fleiri aðrir yrkjarar sum frálíður leggjast til. Guitarspælið er hansara passión, bert fá koma honum til kníggja, og evnini eru serlig og venjingin víðfevnd, tað ljóðar, sum ber hann fleiri orkestur í sær um somu tíð. Vænti ikki, at tað er av tilvild, at Síðsti geirfuglur eftir Hans Andrias Djurhuus er fyrsta skeringin á plátuni. Pinguinus impennis, norðuratlantiska pingvinin, sum ikki fekk farið á flog, kroppurin ov tungur í mun til veingirnar. Sum íslendski leikstjórin og yrkjarin Adolf Unnarsson tók til: ”Tað vóru kapitalisman og marknaðarkreftirnar sum gjørdu enda á tí seinasta geirfuglinum.” Eitt juni kvøld í 1844 gjørdi menniskjaliga grádigheitin enda á einum heilum djóraslagi úti á Eldey, dranginum, útfyri Reykjanesi. Lagið er sublimt og sangurin og guitarleikurin tekur teg fullkomuliga á bóli.

 

1999. – Stanley var líkasum horvin úr føroyska universinum, hann hevði ikki verið beinleiðis partur av nøkrum føroyskum høpi á tónleikamótinum síðan Silly Boys, í meiri enn eina fjórðingsøld, og nú kom hann sum ketta úr høvdatrogi, ella rættari, brestandi sum ein musikalskur bóghvítuhvalur úr vatnskorpuni. Um eg kundi kvøðið. Fleiri av sangunum raktu í solar plexus í føroysku fólkasálini. Ein útlagin poppari úr Fuglafirði manifesteraði seg sum fólkatónleikara, góðan tulkara av yrkingum hjá mætum skaldum, og sum guitarleikari verður hann ikki tikin. Og so úr raddarbondunum hendan serliga Fuglafjarðar-dialektin, sum so mjúkliga rund ferðast undir gómanum, áðrenn hon fer um varrarnar. Ein sjarmerandi dimensión, sum í grundini er ein tíðarlummi, táið ungir fuglfirðingar í okkara tíð, í stóran mun, eru farnir av forna málførinum.

 

Ongin yrkjari hevur havt størri týdning fyri føroyskan lýrikk enn Janus. J.H.O. Djurhuus. Hoyrdi Stanley siga í Útvarpinum, at honum dámdi fleiri av yrkjarum okkara, men ongin var sum Janus. Vit eru ikki ósamdir um hetta, og á sama hátt sum Hanus gav Pól F. eina renesansu, hevur Stanley givið meginskaldinum eina ditto. Síðan hevur tað runnið undan tempulgáttini hjá fuglfirðinginum stútt og støðugt. Øll vita um heilsuligu avbjóðingarnar, hann hevur sjálvur greitt øllum Føroya fólki frá teimum, men vit, sum vóru til útgávukonsert hansara í Norðurlandahúsinum hin 17. oktober í fjør, vóru enn einaferð bergtikin av framførsluni saman við fleiri av bestu tónleikarum okkara. Útgávan Sólskin. Mær dámar hana so serliga væl, melur aftur og aftur í kraftblokkinum í akfari mínum, og táið hann syngur Kundi eg skrivað á himmalin hjá Lars Bremnes, fær ein ikki latið vera við at hugsa um Meretu, konu hansara.

 

Kundi eg skrivað á himmalin,

so skrivaði eg títt navn.

Um mítt lív var ein skúta,

so var tú mín havn.

 

Fyri tveimum árum síðan flutti eg fram eina røðu fyri einum tjóðlaðara úr Fuglafirði, Eilifi Samuelsen, sum tá fór um 90 ára hvarvið. Øll kenna hansara avreksverk. Stanley hevur umvegis tónleikin í ólukkumát staðfest seg sum tjóðlaðara. Vit, føroyingar, takka Meretu Messmann hjartaliga fyri at hon so íðin hevur stuðlað legenduni Stanley, sum nú, hóast útlagin, er vorðin tjóðarogn. Popparin í Silly Boys hevði kanska ikki rokkið tí málinum, men hendingin, táið hann gjørdi ein øvutan Dylan, gjørdist fólkatónleikari, og setti tónar til yrkjarar okkara, var vambakastið, metamorfosan, sum forævigaði hendan yngsta sonin hjá sýslumanshjúnunum Steingrimi og Lenu.

 

Nú fari eg at endurtaka meg sjálvan. Tað er ongin loyna, at mær dámar so serliga væl guitarleikaran í The Rolling Stones. Í eini venjingarlegu á Tahiti, beint fyri eina konsertferð í Europu, datt guitaristurin, Keith Richards, niður úr einum mangatræi, og breyt bæði beinini og báðar skøvningarnar. Ein journalistur frá amerikanska tíðarritinum Rolling Stone var skjótur á staðnum, og spurdi hin særda Keith, hvussu tað kendist at vera ein livandi legenda. Hann svaraði prompte: That´s better than to be a dead one!” Soleiðis er tað við Stanley, hann er nú vorðin ein livandi legenda.

 

Sjálvur sigur hann í frálíku bókini hjá Hilmari Jan Hansen: ”Ofta verður sagt, at eitt smíl er stytsta frástøðan millum tvey menniskju, men eg vil halda, at tónleikurin so sanniliga eisini kann vera tað. Tað eru ið hvussu er mínar royndir gjøgnum eitt langt lív í tónleiki.”

Ongin fær verið ósamdur.

Hjartaliga til lukku við trý fjerðingsøldini Stanley Samuelsen.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
Lýsing