Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnliði
(Dystarfrásøgn) Sum so ofta fyrr í ár hevði KÍ torført við at skapa møguleikar og serliga skora mál.
KÍ spældi uttan seks av bestu 11 leikarunum (Jákup Biskopstø fekk heilaskjálvta móti B68) frá byrjan vegna skaðar, men av teimum var tað nærum eingin, sum vanliga er partur av trupulleikanum hjá KÍ í ár. Tað er tann parturin sum er at skapa málmøguleikar og skora mál. Og tann trupulleikin vísti seg aftur í dag.
Gangifótbóltur í fyrra hálvleiki
Í fyrra hálvleiki var talan um sera lágt undirhaldsvirði, har dystargongdin passaði væl til væl skipaða Skála-liðið, sum lá langt afturi og vardi væl allan dystin. KÍ spældi seint – viðhvørt verður tað kallað gangifótbóltur í dagsins altjóða fótbólti, tá lið spæla við nógv lægri leikferð enn tey kunnu – og tað ger tað lætt at verja fyri, serliga tá liðini hava nógva orku í fyrra hálvleiki. KÍ fekk ein stóran málmøguleika og hann kom í 40. minutti, men Filip Brattbakk skeyt langt uppum.
Tóku ikki av møguleikunum
Í seinna hálvleiki bleiv spælið hjá KÍ nakað frægari, og fleiri málmøguleikar blivu skaptir. Men tá KÍ so skapar hesar, so gongur tað í nógvum dystum striltið at skora. Í seinna hálvleiki vóru tað Páll A. Klettskarð, Deni Pavlovic (tveir møguleikar) og Jóannes K. Danielsen, sum fingu stórar málmøguleikar. Skála hótti onkuntíð og nærmast var Bjarki Thorleifsson við góðum frísparki. Simon Jørgensen lá fleiri ferðir framvið, men honum fekk KÍ forðað í síðstu løtu fleiri ferðir. Tað endaði uttan mál, og so kundi uppflytarin Skála á fyrsta sinni síðani 2019 feira eitt stig móti KÍ.
Botnlið fáa nú javnan stig móti KÍ
Hjá KÍ merkti hesin javnleikurin, at KÍ longu hevur sett líka nógv stig fyri átta umfør sum alt landskappingarárið 2025. Og av teimum fýra javnleikunum, so eru tríggir komnir móti EB/Streymi, AB og Skála, ið øll munnu roknast sum botn 5 lið, tá kappingarárið endar og summi kanska eisini millum niðurflytararnar. Í fleiri ár setti KÍ einki stig til móti slíkum liðum. KÍ-áskoðarar vóru nokk vónríkir um, at ein vend við málskjótingini kom við HB-dystinum, men dagsins dystur vísti, at KÍ framvegis ikki hevur loyst trupulleikan við at skapa dystir og skora mál móti verjukendum liðum.
KÍ hevur framvegis ikki tapt nakran landskappingardyst síðani á sumri 2024, men spurningurin er, um hetta eisini er blivi ein forðing fyri at vinna fleiri dystir, tí ein kundi sóknast eftir, at meir bleiv váðað frameftir nógv fyrr hjá KÍ. Tí við tveimum verjukendum leikarum í 4-2-3-1 leikskipanini verða ov fáir leikarar í skapandi partinum, meðan óneyðuga nógvir leikarar liggja langt afturi, har mótstøðuleikarar nærum ikki eru og har KÍ hevur t.d. miðverjar, sum eru rættuliga sterkir ein móti einum og tí ofta als ikki hava brúk fyri at verða so nógv i yvirtali, tá mótstøðuliðini ikki eru frá topp 5.