Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan enn undanfarin ár

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  02.05.2026 - 19:33 Ítrottur Tíðindi

Í morgin skulu tær til Havnar at møta HB í Gundadali. Hetta verður av sonnum ein toppdystur, tí bæði liðini hava eins nógv stig, nú næstseinasti dystur í fyrsta triðjingi verður spældur. Vit hava hugt eitt sindur upp á tølini nú 4 rundur eru spældar.

Kvinnukappingin hevur verið fyri eitt sindur av tillagingum gjøgnum árini, og tí er ikki altíð eins lætt at samanbera langt aftur í tíð. Seinastu árini hava liðini spælt grundspæl og síðani farin víðari í eitt endaspæl, har ovaru liðini fara í ein FM bólk og niðari liðini fara í ein B-bólk. 

Í 2019 vóru bara 5 lið í deildini, og tað merkti, at eitt lið sæt yvir í hvørjum umfari, meðan hini 4 liðini spældu.

Tí hava vit við statistikkinum hugt aftur til og við 2020.

Talvan niðanfyri vísur hvussu hevur gingi árini frá 2020 til 2026.

Ár Dystir Vunnin mál Tapt mál Málmunur +/- Stig
2026 4 26 0 26 12
2025 4 20 2 18 9
2024 4 9 3 6 10
2023 4 23 2 21 12
2022 4 9 3 6 12
2021 4 4 1 3 8
2020 4 8 2 6 12

Sum yvirlitið vísur, so er tað ongantíð hent hesi seinastu 7 árini, at tað eru skorðaði so nógv mál sum í ár, heldur ongantíð hevur liðið klára at hildið cleansheet í teimum fyrstu 4 rundunum og tískil er málmunurin eisini tann hægsti eftir 4 umfør. Tó hava KÍ kvinnurnar havt fult stigatal tríggjar ferðir áður í 2023, 2022 og 2020.

KÍ kvinnurnar skulu í eldin aftur í morgin, tá ið toppdystur er í Gundadali.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið