Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin vann í Djúpumýru
HB vann móti KÍ uppá straffikapping eftir at dysturin í vanligu leiktíðini endaði 2-2
Teitur Matras Gestsson skal giftast í næstum og í hesum sambandi høvdu vinmenninir bjóða til dyst í Djúpumýru millum KÍ og HB.
Teitur er uppvaksin í Klaksvík, hann hevur røtur á Kirkju á Fugloynni. Eyðun Klakstein, sum er landsliðsvenjari vandi Teitur í ungdómsdøgunum í Klaksvík. Eyðun hugdi at dystinum í dag.
Dysturin endaði 2-2 og so varð farið til brotssparkskapping. Har vann HB og leikluturin hjá Teiti var eyðsýndur.
KÍ leikararnir høvdu góðar vónir undan dystinum
Eftir dystin varð skipa fyri hugnaløtu á KÍ loftinum har práti gekk væl.
Vit frætta frá HB leguni at teir vitjaðu í vælveruøkinum í Svimjihøllini og eisini qviz á Maverick.
HB streyk avstað við sigrinum. Komandi brúðgommurin stendur næstuttast til høgru