Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsertrøð við sello og klaver

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.04.2026 - 09:30 Mentan Tíðindi

Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes fara kring Føroya at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og klaver

 

Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik og fyri teimum meira garvaðu. 

Shostakovich: Sello Sonata í d-mol, op. 40
Schumann: Fantasiestücke, op. 73
Rachmaninoff: Vocalise
Fazil Say: 4 Cities - Sivas & Bodrum

Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk. Fantasiestücke, Op. 73 eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri. Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina ta mest ikonisku og vøkru melodiina í klassiska repertoirinum. Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum berur íblástur úr fólka- og jazz tónleiki. 

Konsertir:

  • Hós 30. apríl kl 19.00 - Salt á Tvøroyri
  • Frí 1. mai kl 19.00 - Mentanarhúsið í Fuglafirði
  • Ley 2. mai kl 15.00 - Varpið í Klaksvík
  • Sun 3. mai kl 15.00 - Hátún í Tórshavn

Konsertin á Tvøroyri er ókeypis. Hinar kosta 150 kr fyri vaksin og 100 kr fyri lesandi og børn/ung.

 


MH í Fuglafirði: Aksel Remmel, klaver, og Félix Nunes, sello - Mentanarhúsið

Varpið: Konsert við Aksel Remmel og Félix Nunes - Klaver og sello -

Atgongumerki til konsertina í Hátún kunnu bert keypast við dyrnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Myndarøð: Hamskift KÍ-lið vann sannføran…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
Upptakt: HB-KÍ
Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri…
Myndarøð: Flaggdagshald í fagrasta veðri
Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum 
Er alivinnan ódálkandi og burðardygg?