Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri stundir at eygleiða alt rundan um okkum
segði Gunnhild Dahl Niclasen millum annað í flaggdagsrøðu sínari í Vágstúni í dag
Vit prenta røðuna niðanfyri
Góðu skótar, góðu hornblásarar, góðu norðoyingar og góðu øll, sum búgva í Føroyum.
Eg byrji hesa røðu, har skrúðgongan byrjar.
Vit standa saman í Klaksvíksgarðinum. Royna at gera rekkjur. Tað er nakað serligt við løtuni, áðrenn skrúðgongan byrjar. Tað er næstan heilt stilt. Vit bíða.
Og so – hoyrist fyrsta slagið frá stóru trummuni. Eitt slag afturat. Og síðani enn eitt aftrat. Taktin er sett. Hornini koma aftrat. Ymisk ljóðføri, ymisk ljóð – saman verður tað ein marsjur. Vit fara til gongu. Fremst flaggberar við Merkinum. Síðani hornorkestrið - og so allir skótarnir – eisini við nógvum fløggum
Nú fara vit við skrúðgonguni heim í Vágstún. Vit ganga heim eftir Klaksvíksvegnum. Vegirnir eru tómir. Ongir bilar á vegnum. Bara vit, sum ganga í skrúðgonguni og øll onnur, sum líða á. Og ljóðini frá hornum, veittrandi fløggum og øllum fótunum. Og smílini. Og veittrandi børn við fløggum í hondini. Vit royna øll at ganga í takt. Vinstra fót niður, tá stóra trumman slær. Summi taka long fet. Onnur eitt sindur styttri fet. Og av og á má onkur úr hornorkestrinum rópa á tey fremstu, sum bera fløggini: “Slakið eitt sindur – øll skulu kunna fylgja við.” Tí hetta er ein skrúðgonga, og tí skulu øll við.
Á vegnum ganga vit fram við nógvum kendum og heimligum støðum. Vit ganga fram við sjúkrahúsinum – hiðani flestu okkara munnu hava onkra søgu at siga frá. Har er vakur urtagarður rundanum, sum vit øll kunnu gleðast um. Vit ganga fram við heiminum við Vágna og Røktarheiminum – har long lív, ymsar lagnur og søgur liva - sum eru gull verdar fyri okkum
Øll, sum standa fram vegjaðaranum, ganga aftaná og saman við skrúðgonguni heim í Vágstún. Vit ganga fram við Bláa krossi, Rógv og Dugna – støð, vit øll kunnu fáa tørv á og gleði av. Vit ganga fram við Víkunum, har omma og abbi mín búðu. Míni fyrstu barnaár, fór eg norður at vitja ommu og abba mestsum hvørja feriu. Tað var serligt, tá tá vit komu siglandi við Ternuni inn eftir vágni. Abbi kom koyrandi á reyða puck-maxiprutlinum eftir keiini og veittraði til okkara. Omma stóð á trappusteininum og tók ímóti okkum. Eg elskaði at koma norður at ferðast. Vit ganga fram við gula bygninginum, har HF-skúlin helt til, og mamma mín plagdi at súkkla yvirum at undirvísa har. Vit ganga fram við Roykstovuni, við vøkru grundini, sum Niels í Horni málaði. Vit ganga fram við Føroya Bjór – sum vit øll kenna vælkenda luktin frá.
Mitt í kreppuárunum fluttu vit úr Havn til Klaksvíkar, tí pápi mín yvirtók Súkkluhandilin eftir mammubeiggja mín, Páll, sum doyði alt ov ungur. Tað var hart at flyta frá vinum og familju og grannalagnum. Hart at byrja í nýggjum skúla. Hart áhaldandi at fáa at vita, at tað er skeivt at siga ei og ó. Men hjá gulu skótunum kendi eg meg heima – eins og vit øll hoyra heima í skrúðgonguni í dag.
Alla leiðina heimeftir hoyrist trumman. Hon heldur taktina. Hon minnir okkum á, at vit ganga í felag. Aftrat trummuni hoyra vit ymisk horn, ymisk ljóð – summi høg, onnur lá. Samlað verður tað ein vøkur ljóðmynd. Soleiðis er eisini við okkum menniskjum. Vit eru ymisk. Vit ganga ikki øll við somu ferð. Vit hava øll hvør sítt gongulag. Vit tosa ikki eins. Vit síggja ikki eins út.
Men tá vit lurta eftir hvørjum øðrum og geva rúm fyri hvørjum øðrum, so gerast vit ein felgasskapur. Eins og skrúðgongan.
Vit ganga fram við nógvum smáum, lokalum handlum, smiðjum og øðrum. Her kunnu vit fáa tænastur á staðnum - eitt blómutyssi, snøgga okkum hárið, kondittarakøku og umvæla okkara ur. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit hava hesar tænastur í nærumhvørvinum. Tí kappingin við tey størru er beinhørð.
Vit ganga fram við vøkru og stórfingnu kirkjuni – staðið, har nógv okkara finna frið og meining. Vit nærkast Varpinum – sum fyrr var Posthúsið. Har fleiri okkara høvdu gerandisørindi. So sum at fara eftir posti í postboksini, at senda pakkar og keypa v4-seðlar.
Eg eri uppvaksin uppiá í Súkkluhandlinum. Tað var stuttligt og til tíðir eitt sindur krevjandi. Systir mín og eg skuldu ofta skunda okkum heim úr skúlanum - ella tað føldist í øllum førum sum ofta - tí vit skulu náa á posthúsið, áðrenn tað stongdi kl. 16. Tí tað var javnan, at eykalutir skuldu sendast avstað til ymisk støð í Føroyum. Sum oftast var tað eitt dekk og ein slanga. Líka so ofta sum vit skuldu á posthúsið, áðrenn kl 16, skuldu vit oman á Ternuna ella Dúgvuna antin við súkklum, sum vóru umvældar, ella eftir súkklum, sum komu norður at verða umvældar. Ella við eykalutum. Enn eru nakrar av gomlu postboksunum í Varpinum. Tær prýða og minna um modernaða list – samstundis sum tær minna okkum á eina farna tíð.
Vit hava tillagað okkum tíðini og hava fingið eitt nútímans mentanarhús.
Vit ganga fram við krokusunum, sum daga undan ár eftir ár og geva okkum áminning um, at várið er í nánd. Og at náttúran vísir okkum á, at tað altíð er vón.
Og í morgin byrjar Virkið Vár her í Klaksvík.
Nú rópti onkur aftur. ”Ikki ganga so skjótt - øll skulu kunna fylgja við.” Gongur tú fremst, liggur vegurin víðopin og fríur framman fyri tær, og tá kann vera freistandi bara at spela avstað og gloyma, at tú eisini hevur eina ábyrgd fyri teimum, sum koma aftaná.
Nú nærkast vit Vágstúni. Kendist túrurin langur heim higar? Túrurin tekur minni enn 10 minuttir at ganga, og vit kunnu náa at uppliva nógv upp á nakrar fáar minuttir.
Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri stundir at eygleiða alt rundan um okkum. Og fáa eygnakontakt og brosa upp á fólk ella tosa við tey. Vit fáa gleðina av at brúka kroppin, sum er gjørdur til at brúka. Alt hetta kann geva okkum gleði og ró í gerandisdegnum, og vit gerast betur uppløgd.
Tá eg var barn, tók tað mær 7 minuttir ganga til Ziskatrøð. At súkkla tók 3-4 minuttir. At ganga til skótarnar í Uppistovu tók 8 minuttir. Um eg rann, so var tað enn skjótari. Ofta fylgdust vit nøkur. Tá var prátið lívligt. Vit gingu balansu eftir gørðum og kantum. Vit vistu, hvørjar urtagarðar, vit kundu vitja í og hvørjar, vit skuldu halda okkum burturfrá. Systir mín og eg blivu ikki koyrdar í skúla ella til skótar ella nakrastaðni.
Eg minnist, at í skótahúsinum var ein mynttelefon uppi á loftinum, beint við trappurnar. Tað var javnan, at skótar høvdu smápengar við og ringdu heim til foreldrini og bóðu onkran koma eftir sær. Einaferð vildi eg eisini royna hetta. Eg ringdi heim og púra yvirraskandi játtaði babba og segði, at hann kom beinanvegin. Nakrar minuttir seinni var hann har og stóð klárur at leiða meg heim. Babba smíltist um alt andlitið. Hetta hava vit mangan flent eftir síðani, og nú eri eg glað fyri, at hann gjørdi hetta. Gamaní hevði eg kanska komið heim 1-2 minuttir fyrr, um hann hevði koyrt meg. Men eg fekk so nógv annað burtur úr gongutúrinum. Eg fekk fríska luft, rørslu, prát og góða samveru.
Tí tað, vit minnast best, er ofta ikki tað, sum kostar mest. Men heldur tað, vit uppliva saman við øðrum, og tað vit uppliva í náttúruni. Um færri bilar koyra á vegunum, er eisini tryggari at ferðast hjá teimum til gongu, súkklu ella trillandi. Og eisini betur atkomuligheit hjá teimum, sum hava tørv á bilinum fyri at koma runt. At vera úti í náttúruni og at ganga túrar lærir okkum at virða tað, vit síggja. Um vit kenna eitt sindur til tað, sum veksur og livir – og um vit duga at eygleiða tað, so síggja vit størri virði í tí og vísa tí eisini størri ans og virðing. Vit halda okkum hava so nógvan skund, at vit koyra frá hurð til hurð, ella vit verða koyrd frá hurð til hurð. Um vit ikki kenna til annað, kann skjótt vera: At vit ikki virða tann grundleggjandi gróðurin, og alt sum er livandi. At vit velja at byggja á ella javna út til frama fyri okkurt annað, sum er menniskjaskapt. Vit gera hetta, tí vit ofta kenna ikki til veruliga og lívsneyðuga týdningin av livandi gróðri og verum.
Fyri at øllum skal vera lív lagað, hava vit tørv á grasi, fjøru, áum, runnum, trøum og blómum. Vit hava øll tørv á føði, bæði ordiligari og andaligari. Vit hava tørv á lívd og náttúru rundan um okkum. Vit menniskju eru eins ymisk, og ljóðini í skrúðgonguni eru ymisk. Kortini skal ein rytma vera, ein balansa. Hon skal eisini vera í náttúruni. Tað skal vera rúm fyri øllum, og tað er tørvur á øllum. Og somuleiðis kunnu vit siga tað um Klaksvíkina. Býurin skal rúma øllum. Hús í alskyns litum og sniðum. Grasi, fjøru, krabbum, dunnum og áum. Regni, sól og vindi. Flagtekjum, bátum, keikantum, vegum, sniðgøtum og trøum. List, gomlum bygningum, skeivum bygningum, alskyns blómum og sóljum á Akursmørk. Og ymiskleikan í okkum menniskjum.
Um skrúðgongan er hjartaslátturin í okkara samfelag, so mugu øll vera við. Alt, sum er livandi. Merkið umboðar okkum øll, sum búgva her í Føroyum. Ikki bara tey, sum ganga fremst. Ikki bara tey, sum ganga skjótast. Ikki bara tey, sum eru sterkast. Og óansæð hvørja dialekt ella húðarlit vit hava. Men eisini alt, sum er her í Føroyum, alt, sum grør og livir her. Alt, sum vit gera og fáast við her í Føroyum verður umboðað av Merkinum. So lat okkum gera tað virðiligt fyri okkum øll. Og eisini fyri okkara eftirkomarar.
Takk øll, sum komu til skrúðgonguna og flaggdagshaldið í dag.
Serliga takki eg Klaksvíkar hornorkestri fyri, at tær altíð so trúðfastar seta sín dám á nógvar serligar løtur.
Takk fyri, at eg fekk tann heiður at halda røðu í dag.
Takk fyri meg og góðan flaggdag øll somul.