Lýsing
Lýsing
Ein klassikari komin til nútíðina
Fyrsta soloútgávan hjá Steintóri Rasmussen, Millum Frændur frá 1989, kann nú endliga hoyrast á stroymingtænastum
Á Millum Frændur finnur tú millum annað væl umtóktu sangirnar Heimstaðin og Rósa, men eisini barnaklassiskan Karin, sum Hanus G. sáli gjørdi lagið til.
Síðsta mána bleiv Kærleikans Vallaraheim eisini tøk á stroymingtænastum.
Steintór er upphavsmaður til bæði Frændur og Kular Røtur, sum fleiri ættarlið av føroyingum hava sungið við til. Sum sangskrivari er hann, sum fáur, komin runt tað nógva í lívinum við sínum mongum sigandi sangtekstum.
Seinastu tíðindini