Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skotið hevur ymsar táttir - meistaradeildinar hjá kvinnum og monnum, HM endaspælið í USA, Premier League. Hesaferð er Kristian Joensen gestur | Mynd: Norðlysið

- KÍ spælir ikki fótbólt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2026 - 11:30 Ítrottur Poddar Tíðindi

Eg eri keddur av at síggja KÍ í ár, har er onki skil á, leikararni sum eru keyptir eru ikki KÍ leikarar, sigur ein bersøgin Kristian Joensen í nýggju fótbóltssendingi "Skotið" hjá Norðlýsinum

 

Skotið er eitt poddvarp, har vertur er Jóan Pauli Jacobsen – ein sannur fótbóltsnørdur við drúgvum royndum innan føroyskan fótbólt.

Í fyrstu sendingini er KÍ viðhaldsmaðurin Kristian Joensen gestur. Hann hevur verið stadion-speakari hjá KÍ í mong ár. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga at Kristian Joensen er ikki imponeraður av byrjanini hjá KÍ. Tosa verður eisini um Premier Leauge í Onglandi.

Eisini verður komið inn á heimsmeistarkappingina, sum verður hildin í USA í summar. Í reinum nørdastíli sigur Jóan Pauli søguna um tað fyrsta steypið og hvussu hon ávirkaði at HM yvirhøvur gjørdist veruleiki. 

Føroysku landsliðskvinnurnar vunnu 1-0 á Georgia seinasta vikuskifti. Kvinnurnar vísa at tær eru millum tær bestu av teimum smærru londunum. Kristian er errin av okkara landsliðskvinnum. Nær síggja vit fyrsta kvinnuliga venjaran í bestu mannfólkadeildini?

Sendingin er ein tíma til longdar. 

Hoyr sendingina niðanfyri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið