Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkamet í 2025

SKRIVAÐ: Atlantic Airways  |  23.04.2026 - 14:28 Tíðindaskriv Vinna

Ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2025 er eitt hall á 57 milliónir krónur. Óvæntaðar eyka útreiðslur í sambandi við eyka heildareftirlit av tveimum neo motorum var høvuðsorsøkin til hallið

 

 

Á árliga aðalfundinum hjá Atlantic Airways í dag varð ársroknskapurin fyri 2025 lagdur fram. Endaliga ársúrslitið fyri 2025 gjørdist 57 milliónir krónur í halli eftir skatt, samanborið við 27,3 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2024. Samlaðu inntøkurnar í móðurfelagnum øktust úr 860 milliónir krónur í 2024 upp í 879 milliónir krónur í 2025. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 4 milliónir krónur í halli samanborið við 67 milliónir krónur í avlopi í 2024.

- Vit hava flutt met nógv ferðafólk í fjør, og grundraksturin hjá okkum hevur verið góður, og júst hetta eru vit sjálvsagt nøgd við, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Hóast góðan grundrakstur verður ársúrslitið ikki sum væntað. Hetta kemst av, at tveir av teimum fýra motorunum á A320neo flogførunum hava verið til eyka heildareftirlit í 2025. Eftirlitið kom óvart á, tí veitarin, CFM, ið stendur fyri motorunum, kallaði motorarnar inn nógv fyrr enn væntað. Eyka eftirlitið er ikki bert galdandi fyri flogfør hjá Atlantic Airways, men fyri nógv flogfør við sama slagi av motorum.

Umframt ítøkiligu útreiðslurnar fyri eyka eftirlitið, hevur hetta eisini havt fleiri aðrar óbeinleiðis útreiðslur við sær, tí neyðugt hevur verið eitt nú at leiga flogfør og leggja ferðir um, meðan eftirlitini hava verið.

- Fíggjarúrslitið fyri 2025 fer tó ikki at hava ávirkan á framtíðarvirksemið ella ætlanirnar fyri framman. Tað er tó ongin loyna, at tá ið hugsað verður um, at vit frameftir skulu gera stórar íløgur í eitt nú nýggj flogfør, so er hetta ein fíggjarligur smeitur fyri okkum, sigur Niels Mortensen.

Samlaða ferðafólkatalið á rutunetinum hjá Atlantic Airways var 379.000 ferðandi samanborið við 369.000 ferðandi árið fyri. Umleið 43 prosent av hesum vóru útlendsk ferðafólk, ið er tað sama sum umleið 159.000 ferðaseðlar.

Framleiðslan hjá flogførunum var 10.590 flogtímar í 2025 og strembað verður áhaldandi eftir at nýta tøka orku til leiguflúgving fyri at optimera framleiðsluna og harvið betra um kappingarførið.

Tyrlurnar flugu 823 tímar í 2025. Í fjør flugu 10.700 ferðafólk á rutunetinum, og varð tyrlan boðsend 62 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 9,5 minuttum.

 

Heildareftirlit av NEO motorum

Høvuðsorsøkin til stóra hallið í 2025 er, at framleiðarin av NEO motorum í september 2024 innkallaði tvey av flogførum felagsins til yvirháling av motorum. Hóast NEO motorarnir lúka øll trygdarkrøv, kunnu avbjóðingar altíð verða við nýggjari tøkni, og í hesum føri hevði tað við sær, at ávísir eykalutir skuldu skiftast fyrr enn væntað. Fram til mars 2025 eru umleið 670 flogfør av slagnum A320neo og A321neo innkallað til yvirháling av motorum. Atlantic Airways hevur tvey flogfør, ið hava hesar motorarnar, og av teimum tilsamans fýra motorunum á hesum báðum flogførunum, vórðu tríggir innkallaðir til yvirháling.

Hóast óvæntaða eyka eftirlitið við NEO motorunum hevur Atlantic Airways megnað at havt støðugt virksemi, soleiðis at ferðafólk ikki hava verið stórvegis ávirkað av hesum.

 

Menna verandi rutunet

Í 2026 flýgur Atlantic Airways beinleiðis úr Føroyum til 12 ymisk ferðamál í Evropa: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, London, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria og Tenerife.

Atlantic Airways strembar í 2026 ímóti at styrkja verandi rutur og vaksa um ferðafólkatølini á verandi rutuneti.

Tyrlurnar eru framhaldandi ein avgerandi partur av tilbúgving Føroya, og umframt rutuflúgving millum oyggjarnar fýra dagar um vikuna, eru tyrla og manning á varðhaldi alt samdøgrið, alt árið.

10 ára sáttmálin, sum tyrlutænastan hjá Atlantic Airways hevur við Føroya Landsstýri um tyrluflúgving og tilbúgving gekk út um ársskiftið; hann varð tó longdur við einum ári, og í 2026 skulu samráðingar um nýggjan langtíðarsáttmála sostatt takast upp aftur.

 

Flúgva fyri Føroyar

Eitt av fremstu endamálunum hjá Atlantic Airways er at flúgva fyri Føroyar. Sum ein liður í hesum bjóðar flogfelagið ungdómi og føroyskum fulltíðarlesandi at keypa ferðaseðlar fyri serprís, Sveiggj. Í 2025 vóru heili 26.700 Sveiggj-ferðaseðlar seldir, sum er ein øking á 7% samanborið við 24.000 Sveiggj ferðaseðlar í 2024. So ongin ivi er um, at týdningurin av einum ungdómstilboði er sera stórur, tí soleiðis kunnu føroysk lesandi uttanlands varðveita tilknýtið til Føroyar, meðan tey eru undir útbúgving.

 

Atlantic Airways Aviation Academy

Í apríl 2025 varð nýggi simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, sum í fjør eisini varð kosin Ársins átak á Vinnudegnum, alment tikin í nýtslu. Flogskúlin hevur tveir simulatorar, ein til flogfør og ein tyrlur, umframt ein sokallaðan hoist-trainer, sum í roynd og veru eisini er ein simulatorur. Í einum hoist-trainer kunnu bjargarar venja saman við flogskiparum í AW139 simulatorinum.

Flogskúlin er ein stór íløga fyri felagið, og miðað verður eftir, at Atlantic Airways Aviation Academy fer at geva felagum íkast til raksturin innan fá ár. Í løtuni verður arbeitt við tryggja deplinum langtíðaravtalur. Ávísar avtalur eru komnar í lag, men tað tekur tíð at uppbyggja eina nýggja vinnu.

 

Nevndin

Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen.

- Fyri okkum í Atlantic Airways er tað av stórum týdningi at áhaldandi kunna bjóða eitt sterkt og støðugt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og tað eru júst hesar grundsúlurnar, ið vit frameftir vilja styrkja og menna. Flogskúlin, Atlantic Airways Aviation Academy, er veruliga við til at seta Føroyar á heimskorti í altjóða flogvinnuni. Hann fer eisini at gerast ein týðandi liður í búskaparliga vøkstrinum hjá Atlantic Airways, og har eru vit spent at fylgja við gongdini, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…
Sjóndepilin nýggjan leiðara
Tiltøk í vikuni
Mótrokningin ein bati í samfelagshøpi