Klassikarin snýr seg um at umganga kreppu
Taparin av klassikaranum millum HB-KÍ sunnudagin verður í kreppu.
Sunnudagin kl. 17.15 verður gamli klassikarin millum HB-KÍ. Síðani 2018 er tað bara í 2024, at annað av hesum liðunum ikki hevur vunnið FM, hóast kappingin hesi árini ongantíð hevur verið spennandi um FM til tað síðsta millum hesi bæði feløgini.
Í fjør endaðu KÍ og HB nummar eitt og tvey, men higartil í 2026 bendur lítið á, at so verður í ár. KÍ liggur á 2. plássi við 12 stigum og HB liggur á 5. plássi við 10 stigum eftir seks umfør. Men tað er longu langt upp til oddaliðið NSÍ, sum hevur 16 stig.
Taparin í kreppu
Talan er um tvey lið sum neyvan eru nøgd við byrjanina í ár. KÍ hevur bara vunnið tríggjar av seks dystum og hevur í fýra av seks dystum skorað í mesta lagi eitt mál. HB hevur somuleiðis bara vunnið tríggjar av seks dystum og hevur latið triðflest mál ígjøgnum av øllum liðunum.
NSÍ møtir botnliðnum Skála og kann tí roknast at fáa trý stig, so munurin upp til oddaliðið verður væntandi stórur hjá taparanum av hesum dystinum. Um KÍ tapur, so kemur KÍ helst at liggja á 4. plássi eftir sjey umfør, meðan HB væntandi kemur at liggja á 6. plássi, um liðið tapir sunnudagin. Tí er upplagt at siga, at hetta er dysturin um at sleppa undan kreppuni her og nú.