Aftur í ár var skipað fyri ársins vitanarfróðu
Undanfarin ár hava Granskingarráðið og Nám skipað fyri, men í ár er tað Nám, sum stendur fyri tiltakinum
Ársins vitanarfróðu er ein kapping, har skúlanæmingar arbeiða við einum evni, sum teir undrast á, kanna og koma til eitt úrslit.
Kanningarhátturin er vísindaligur og hevur 6 stig - at undrast, kanna, leggja eina ætlan, samla upplýsingar við at granska, fáa eitt úrslit og greiða øðrum frá úrslitinum. Hetta er ein rættiliga góður og læruríkur arbeiðsháttur.
Í ár eru tvær kappingar, ein fyri miðdeild og ein fyri hádeild, har vinnandi flokkurin vinnur 3000 kr og lærarin vinnur ferð og uppihald til luttøku á Lærfest á vári í 2027.
Í ár vóru 8 bólkar frá Skúlatrøð við. Fýra bólkar úr 7.a og fýra bólkar úr 6.b.
Í kappingini fyri miðdeild vann Eysturskúlin og í kappingini fyri hádeild vann okkara 7.a fyri besta bás og bestu frágreiðing. So flokkurin vann í tveimum førum fyri undranarspurningin: Hvat hendir við trýsti undir vatni?
Umleið 110 næmingar luttóku í Ársins Vitanarfróðu í ár.
Vit eru erin av okkara næmingum og ynskja teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum.