Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.
Hetta er fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.
Landsfundurin verður hildin sambært viðtøkunum. Tveir nevndarlimir standa fyri vali í floksstjórnini (nevndini) og tað er longu staðfest, at hesir ikki taka við afturvali. Somuleiðis skulu tveir tiltakslimir veljast í floksstjórnina. Eisini verður onkur viðtøkubroyting viðgjørd umframt nýggju stevnuskránna.
Harafturat eru øll vælkomin til almennu móttøkuna frá kl. 14.00 í samband við formansskiftið.
Skráin fyri landsfundin:
9:00 Morgunmatur
9:45 Andakt
10:00 Aðalfundur og formansfrágreiðing
11:00 Politiskt orðaskifti
12:00 Steðgur og døgurði
14:00 Almenn móttøka í samband við formansskiftið
16:00 Liðugt