Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR

SKRIVAÐ:  |  30.04.2026 - 10:11 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Hóskvøldið kl. 19.00 skulu KÍ kvinnurnar taka í móti Víkingi á heimavølli. Víkingur liggur nummar 3 og KÍ liggur nummar 1 í løtuni.

Hetta er ein spennandi styrkiroynd fyri KÍ kvinnurnar, sum hava vunnið allar dystirnar higartil. Seinast hesi bæði liðini møttust var í VVF Cup, og tá vann Víkingur. Sigast skal, at VVF Cup er skipa sum eina kapping av venjingardystum, og tí eru úrslitini ikki altíð umboðandi fyri styrkina á liðunum sum møtast.

Góða gongdin hjá kvinnunum í ár hevur eisini verið eyðsýnd, og hevur givið afturljóð frá fótbóltsviðmerkjarum, sum hava sagt, at teir ongantíð áður hava sæð eitt kvinnulið spælt so gott, sum KÍ hevur gjørt.

ATGONGUMERKI ER MEIRI ENN EITT ATGONGUMERKI

Til allar heimadystir hjá KÍ-kvinnur bjóða vit kaffi og okkurt søtt ókeypis í hálvleikinum. Hesaferð fært tú eisini møguleikan at vinna eitt gávukort á 1.000 kr. frá Angus. Vinningurin verður drigin eftir dystin.

Tí fært tú alt hetta fyri atgongumerki hesaferð:

  • Atgongd til dystin
  • Ókeypis Kaffi og okkurt søtt í hálvleikinum
  • Ókeypis møguleika at vinna gávukort á 1.000 kr. frá Angus

(til ber at keypa eyka seðlar fyri 5 kr. stykki, meðan dysturin er)

Vit vóna at síggja nógv fólk til dystin hóskvøldið, at stuðla okkara kvinnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Lýsing