Fimleikahøllin verður veruleiki!
Sum forkvinna í mentanarnevndini vil eg gera púra greitt, at ein fimleikahøll er á veg, og at arbeiðið verður gjørt ordiligt. Gott um Fólkaflokkurin heldur seg til sannleikan!
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar býráði boðar í Norðlýsinum frá, at sitandi býráðsmeiriluti hevur raðfest eina inngongd fram um eina høll. Tað er ein reingjan av veruleikanum, sum vil nakað.
Lat okkum fáa nøkur ting uppá pláss:
Fyri tað fyrsta so er samanbyggingin ikki bara ein inngongd. Har eru (sera tiltrongd) skiftingarrúm, almenn vesi, venjingarhølir til styrkivenjing, eitt dansi/fimleikagólv og felagsøkir.
Fyri tað næsta, so er hetta ikki ein tíðarætlan, vit hava lagt fyri dagin, men eitt uppskot frá arkitektinum, sum hevur hetta um hendi. Alt hetta við vantandi skiftingarrúmunum, er komið á borðið við stuttum skotbrái, av tí at fleiri ítróttargreinar nú eru lagdar í Klaksvík í sambandi við Oyggjaleikirnar 2027. Tað fegnast vit sjálvandi ómetaliga nógv um.
Vit kunnu tó skjótt verða samd um, at hetta málið er farið av leið í mun til upprunaynskið - bæði við skiftingarrúmunum og fimleikahøllini.Vit gjørdu vart við í fíggjarnevndini, at henda raðfylgjan og henda tíðarætlanin als ikki var fastløgd. Kostnaðurin er nógv hægri, enn vit høvdu hugsað okkum, og høvdu vit tí ætlan um at fáa fyrsta byggistig kostnaðarmett hetta umfarið. Eisini vóru vit við uppá at hyggja uppá eina aðra raðfylgju. Tí haldi eg tað vera harmiligt, at prátið í fíggjarnevndini skuldi enda sum eini ósannindi í miðlunum.
Sjálvandi vilja vit øll hava fimleikahøll, og sjálvandi vilja vit øll gera tí røttu raðfestingina, borgarum og býi okkara at gagni.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs.