Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Talan er um 10 íbúðir í tveimum hæddum. Byggingin fer í gongd í næstum og fólk við áhuga at keypa eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Kristan Martin Juul stjóri í byggifyritøkuni Juul
Á Eiði verður í næstum farið undir at byggja 10 íbúðir á Gerðisvegi, har tað er sera gótt útsýni út á fjørðin.
Fýra íbùðir verða á 90m2, fýra íbúðir á 80m2 og tvær íbúðir á 70m2. Íbúðirnar eru nýtímans, ljósar og verða bygdar við góðari góðsku. íbúðirnar í erva hava altan og í neðra verður útigólv, upplýsir Kristian Martin
Íbúðirnar verða innrættaðar soleiðis: Durur, vesi, kømur, køk og stovu í einum. Harumframt verður eisini ein hjallur/úthús á 4m2, talan verður um lykla klárar íbúðir har tann á 90m2 kostar 2.520.000 kr, tann á 80m2 kostar 2.240.000 kr og tann á 70m2 kostar 1.950.000 kr, sigur Kristan Martin.
Møguleiki er eisini at keypa eina innilokaða íbúð, um áhugi er fyri tí. Byggingin verður sett í gongd í næstum. Um hetta hevur áhuga ber til at venda sær til okkum á tlf. 780 500 ella við at senda ein teldupost á juulgrevstur@juulgrevstur.fo,