Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mótstøðan var stór. Eftir at uppskot um lán til Vágatunnil var samtykt í 1988, kom kontrauppskot um onki at gera í 4 ár. Tey 4 árini blivu til næstan 10 | Mynd: Løgtingstíðindi 1991, s. 196-197

Tá brøðurnir Wright vildu flúgva

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2026 - 10:00 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

“First they laugh at you, then they fight you, then you win”, segði Mahatma Gandhi. Fyrst flenna tey at tær, síðani stríðast tey móti tær, og at enda vinnur tú. Søgan um undirsjóvartunlarnar í Føroyum er ein søga um framskygdar framburðursmenn, sum vunnu á øllum fordómum og gjørdu tað, sum afturhaldskreftirnar skírdu ógjørligt

 

(Leiðarin úr blað nr. 4)

 

Søgan um brøðurnar Wright minnir í mangar mátar um søguna hjá undirsjóvartunlum í Føroyum. Tað varð roknað fyri at vera púra vitleyst, ørskapur og burtur úr vón og viti at gera nakað so svakt sum at royna seg við flúgvimaskinu ella at knýta oyggjarnar í Føroyum saman við tunlum undir sjónum. Undangongumenninir fingu ikki hissini mótstøðu. Men teir brendu á við sama treysti og lurtaðu ikki eftir atfinnarunum, sum ikki vistu betur. Eftirtíðin vísti, at teir fingu rætt.

Søgan um brøðurnar Wright er søgan um beiggjarnar Orville (1871-1948) og Wilbur Wright (1867-1912), ið vóru teir fyrstu, sum fingu tað at bera til at fara á flog og halda seg í luftini við einum flutningstóli, ið var tyngri enn luft. 8. desember í 1903 skrivaði New York Times, at tað at fáa eina flúgvimaskinu at virka, ið kundi bera menniskju, fór at taka millum eina og tíggju milliónir ár. Tann 17. desember, t.e. minni enn 10 dagar seinni, megnaðu brøðurnir tað.

Spola vit tíðina til áttatiárini í Føroyum, so finna vit nakrar fáar undangongumenn, ið skutu upp at bora undirsjóvartunlar fyri at knýta Føroyar saman. Fimm av hesum vóru Jógvan við Keldu, Lasse Klein, Heine O. Heinesen, Asbjørn Joensen og Svend Aage Ellefsen, og millum teir ikki-politisku vóru Mikkjal Helmsdal, Jóannes Rasmussen og Henning Jacobsen. Men á sama hátt sum við brøðrunum Wright, so vórðu teir útróptir til ørvitisfiskar (ársins ulka var eitt av heitunum, ein teirra fekk omanyvir seg). Mótstøðan var stór, ov stór til at tað bleiv til nakað tá. Men teir góvust ikki á hondum.

Ikki fyrrenn í 1999 bragdaði. Finnbogi Arge kom afturat teimum framskygdu, og partafelagið Vágatunnilin varð stovnað. Øsingin hevði gjøgnum 90’ini annars verið stór millum fólk, og í Hoydølum vórðu undirskriftir innsavnaðar ímóti tunlinum fyrst í 1990’unum. Stígur kom í, men spyrt tú fólk í dag, um tey skrivaðu undir, so fáast tey neyvan at viðganga tað. Vágatunnilin gjørdist, stikk mótsatt døpru spádómunum, ein sólskinssøga.

Fýra ár seinni kom Norðoyatunnilin, sum í hesum døgum fyllir 20 ár. Her var ikki tann stóra mótstøðan, ivaleyst tí fólk høvdu sæð, at ongin av døpru spádómunum um negativar avleiðingar av Vágatunlinum vísti seg at ganga út.

Men í 2007 og 2008 fingu vit eitt dèja vu av Vágatunlinum. Sandoyartunnilin varð samtyktur at fara í gongd í 2008, men aftur tá var undirskriftarinnsavning í miðstaðarøkinum ímóti, og samgongurnar, sum tá sótu, fingu kaldar føtur. Tá var tað Gerhard Lognberg, sum stóð sum drangur í brimi, og legðist hann tá afturat einsligu undangongumonnunum, ið nevndir eru omanfyri. Men ógvisliga mótstøðan gjørdi, at tað skuldu ganga onnur 10 ár, áðrenn fyrsta skotið varð latið av í Sandoyartunlinum. Tað var vakurt at síggja, at Gerhard fult uppiborið slapp at skera snórin í 2023. ”Stríðið er vunnið!”

Í dag fagna vit Norðoyartunlinum, ið rundar tey 20 árini. Søgan um Norðoyatunnilin og hinar undirsjóvartunlarnir eru søgur um verkætlanir, sum vóru sera møtimiklar at fáa framdar vegna ovurhonds mótstøðu, men sum eisini tey atfinningarsomu tá avtornar vísa seg at vera glað um aftaná.

Hjartaliga tillukku, Norðoyatunnilin, og hjartans takk fyri, tit eldsálir, at tit hildu á, Føroyum at frama!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
- KÍ kvinnur­nar hava stórt potentiali
Norðoya­tunnilin setur dám á blaðið
Upptakt: B68-KÍ
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Lýsing