Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit vilja hava fimleikarhøllina fyrst!

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin í býráðnum  |  29.04.2026 - 12:08 Ítrottur Politikkur Tíðindaskriv

Tað er ørkymlandi hvussu býráðsmeirilutin arbeiðir við ítróttarøkinum. Í farnu viku var mál lagt fyri mentanarnevndina, har ætlanin var at brúka 52 mió. kr. upp á eina inngongd til ítróttarøkið. Samstundis legði býráðsmeirilutin fram í ætlanum sínum, at fimleikarhøllin skuldi bíða til 2036.

 

Vit eru skelkað av hvussu fimleikarhøllin enn einaferð verður handfarin. Í valdystinum vóru øll so sára samd um, at fimleikarhøll skuldi raðfestast sum tað fyrsta, tá ið eitt nýtt býráð tók við.

Nú vit eru komin eitt gott ár inn í valskeiðið, hevur býráðsmeirilutin valt at bíða við filmleikarhøllini til 2036 – tað sigur tíðarætlanin.

 

Ivasamt um hon yvirhøvur kemur í 2036

Samlaða verkætlanin, sum býráðsmeirilutin arbeiðir við kostar í alt 361 mió. kr. har nýggj svimjihøll og umklæðingardeildir til ítróttarøki eisini eru partur av verkætlanini.

Tað er tó sera ivasamt, um tað ber til at gjøgnumføra alla hesa verkætlan fíggjarliga áðrenn 2036, tí vit vita, at eldraøkið, vegir, útstykkingar, kloakkir, dagstovnar, skúli og nógv annað eisini hevur stórar avbjóðingar, og ikki bara kann setast í bíðistøðu.

Tí eru vit bangin fyri, at fimleikarhøllin er longri vekk enn 2036.

 

Fimleikarhøll skal raðfestast nú!

Tað er týðiligt, at býráðsmeirilutin arbeiðir uttan mið og mál. Meirilutin leggur málið fyri við tilmæli um at raðfesta soleiðis, at fimleikarhøllin verður tað seinasta sum verður gjørt.

Nakrir limir í meirilutanum ynskja at taka lán og fara í gongd við verkætlanina og brúka 52 mió. kr. til eina inngongd til ítróttarøkið, og fylgja ætlanini um at útseta fimleikarhøllina til í fyrstalagi 2036. Aftaná at minnilutin hevur gjørt vart við sína støðu, hevur ein partur av meirilutanum sett ynski fram um at kanna eitt sindur meiri, áðrenn hendan verkætlan upp á 361 mió. kr. verður sett í gongd.

Vit fara á býráðsfundinum hósdagin, at mæla til, at 52 mió. kr. heldur verða settar av til eina fimleikarhøll enn eina inngongd!

Tað er einki minni enn rætt og rímiligt, nú felagið hevur bíða í alt ov langa tíð.

 

Vegna Fólkaflokkin

Jógvan Skorheim

Oddmar á Lakjuni

Eyðstein Poulsen

Fríðin Ziskason

Atli Justinussen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
- KÍ kvinnur­nar hava stórt potentiali
Norðoya­tunnilin setur dám á blaðið
Upptakt: B68-KÍ
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Lýsing