Upptakt: B68-KÍ
Í kvøld verður fjórðingsfinala á Svangaskarði.
At vinna kappingina um løgmanssteypið kann fáa týdning hjá KÍ, serliga um KÍ ikki vinnur FM. Tí vinnarin hevur síðstu árini byrjað í 2. umfari í Conference League og helst er møguleiki fyri, at tað sama verður hesaferð. Skuldi KÍ komið hartil, so verður KÍ helst eisini styrkismett í 2. umfari.
Hjá B68 hevur fyrrverandi KÍ-leikarin Ahmed Latif leikbann. Hjá KÍ eru Sebastian John, René S. Joensen og Patrik Johannesen langtíðarskaddir. Gaston Tellechea fór eisini út við skaða seinast og verður neyvan tøkur hesaferð. At so tætt er millum dystirnar kann gera, at KÍ kemur at brúka hópin, tí fleiri av leikarunum hava drigist við skaðar, sum ger at teir neyvan eiga at spæla tríggjar dystir uppá eina viku.
Dysturin á Svangaskarði í kvøld byrjar kl. 18.30. Dómari verður Høgni Madsen.