Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ kvinnur live kl. 13.30

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2026 - 07:06 Ítrottur Tíðindi

Tvær ferðir hesa vikuna skulu KÍ kvinnur leika toppdyst. Fyrri dysturin er hósdagin kl. 19.00 í Klaksvík móti Víkingi. Vóna verður, at nógv fólk nýta høvi at stuðla kvinnunum á heimavølli.

 

Sunnudagin skal KÍ í Gundadal at møta HB, sum eisini hevur fult stigatal.

KÍ kvinnurnar hava fingið stórt rós fyri óvanliga vakurt spæl í ár, og í summar skulu tær eisini royna seg í Evropa.

Kristian Joensen situr klárur við mikrofonina, og hann kemur at gera samrøður við Kaveh Magnusson, høvuðsvenjara, Sannu Svarvadal og Eyðvør Klakstein, leikarar, og Jógvan Skorheim, ið hevur ábyrgd av KÍ kvinnunum.

Send inn ein sms á 756565 við viðmerking ella spurningi og ver við kapping um ein kassa frá Føroya Bjór og eisini eitt atgongumerki til Norðfestivalin. 

Sendingin er frá kl. 13 til kl. 15 og kann hoyrast við at trýsta á Radio knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7. 

Kristian Joensen er vertur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Myndarøð: Hamskift KÍ-lið vann sannføran…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni