Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir tónar
Í samband við Virkið Vár verður skipað fyri løttum og hugnaligum gongutúri út í Grøv, har Jóngerð Juliusdóttir Biskopstø og Steintór fortelja søgur um millum annað fyrsta svimjihylin úti í Grøv og Ainu Cederblom.
Túrurin byrjar kl. 16.00, har farið verður frá gamla neystinum á Biskupstøð. Haðani verður gingið út í Grøv, har Steintór fer at fortelja um abba sín og um, hvussu fyrsti svimjihylurin kom í lag.
Kl. 16.45 verður farið til gongu niðan í Vevskúlan, har Jóngerð fortelur søguna um Ainu Cederblom. Eisini fer Steintór at syngja nøkur løg við hugleiðingum um heimstaðin.
Túrurin er lættur og eru øll hjartaliga vælkomin at ganga túrin saman við okkum.
Hvar: Byrjað verður við gamla neystið á Biskupstøð.
Nær: Týsdagin 28. Apríl
Klokkan: 16.00