Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Blái Krossur Føroya hevur landsinnsavnan frá 4. til og við 9. mai

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2026 - 15:30 Tíðindi

Frá 4. til og við 9. mai, hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan. Allur peningurin fer aftur í ár til fyribyrgingararbeiðið millum børn, ung og familiur, m.a. gjøgnum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.

 

Bússur verða bornar í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at lata eina gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 150 kr. Eisini ber til at flyta pening á konto 9181-2227772

– Vit síggja ein sera stóran tørv á at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya. Títt Rúm og Liv Lívið hava gjørt ein sera stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur.

 

Títt Rúm

Títt Rúm er eitt ókeypis lágáttartilboð til øll í aldrinum 0 – 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður, umframt at arbeiða við barsilsbólkum.

Sum tað nýggjasta hava vit nú eisini staðsett tilboð hjá Títt Rúm í Suðuroy.

 

Liv Lívið

Liv Lívið arbeiðir áhaldandi við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg. Upplýsing er sera týdningarmikið, bæði í orði og verki. Vit ynskja at vera eitt rúsfrítt alternativ hjá okkara ungu.

Tað verður gjørt alt fyri at ung kunnu samlast uttan rús, millum annað í Hollywood í Tórshavn og í samband við festivalar um summarið. ”Tað er alt avgerðandi at ung hava møguleika at koma saman uttan rús”, leggur Edva Jacobsen afturat.

Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, og vit eru sera takksom fyri allan stuðul, sum vit kunnu fáa til arbeiði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Lýsing