Marius Ziska á Tórsfest 2026
Á Tórsfest fríggjadagin 24. juli 2026 verður aftur gjørt nógv burturúr at geva føroyskum tónleiki pláss á stóra pallinum. Tí er tað ein stór fragd at kunngera, at Marius Ziska hevur váttað, at hann og bólkur hansara fara á pall á ársins Tórsfest.
Í fleiri ár hevur Marius Ziska verið millum mest umtóktu og virðismettu tónleikanøvn í Føroyum. Kensluborni og inniligi tónleikur hansara hevur veruliga fingið fastatøkur, og áhoyrarar bæði heima og uttanlands hava tikið væl ímóti honum. Konsertirnar hava verið nógvar seinnu árini – og tær eru javnan útseldar.
Altjóða gjøgnumbrotið kom veruliga í 2015 við útgávuni Home / Heim – ein serlig vinylútgáva við føroyskum tekstum á aðrari síðuni og enskum á hinari. Fløgan varð eisini givin út í Danmark og Týsklandi til framúr góð ummæli, og bólkurin fór á konsertferð í Russlandi, Danmark og Týsklandi. Eisini hitaði Marius Ziska upp fyri Eivør á eini longri evropeiskari konsertferð.
Í 2018 kom fløgan Portur, har allir tekstirnir eru á føroyskum. Serliga sangurin Silvurlín fekk nógva útvarpsspæling í Føroyum, Íslandi og Danmark. Við síni sermerktu rødd verður Marius Ziska ofta samanborin við nøvn sum Bon Iver og Chris Martin, meðan ljóðmyndin hjá bólkinum eisini hevur verið samanborin við The War on Drugs.
Seinnu árini hevur bólkurin styrkt sína støðu bæði heima og uttanlands. Teir hava spælt á festivalum sum The Great Escape Festival, SPOT Festival og by:Larm, og hava bygt upp eina trúgva altjóða fjepparaskaru.
Í 2023 góvu teir út fløguna RÚM, sum lyftir teirra elektroniska popptónleik og føroysku melankoli upp á eitt nýtt stig. Fløgan er gjørd í samstarvi við Rob Moose, kendur frá arbeiði við m.a. Taylor Swift og Bon Iver. Bólkurin hevur eisini vunnið ein Faroese Music Awards fyri “Ársins lag 2022”.
Við vælkendum løgum sum Nærveran, Góðvarin mynd og Silvurlín kunnu konsertgestirnir á Tórsfest gleða seg til eina serliga og hugtakandi uppliving mitt í býnum. Við síni vøkru rødd og sterku útstráling megnar Marius Ziska at skapa eina heilt serliga nærveru.
Tórsfest 2026 bjóðar sostatt einum av Føroya bestu og mest spennandi tónleikanøvnum á pallin – og lagt er upp til eina minniliga løtu við føroyskum tónleiki í heimsklassa.
Tórsfest 2026 verður stórt – keyp atgongumerki í dag á www.ebillett.fo fyri einans kr. 895,- + avgreiðslugjald.
Frammanundan er longu greitt, at Christopher, Benjamin Hav, RSP og mong onnur fara á pall sama dag.
Tórsfest er stuðlað av: Tele, SMS, Red Bull, Burger King, Betri Trygging, Wenzel, Atlantic Airways og Føroya Bjór.