Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  29.04.2026 - 14:10 Tíðindi

Í sambandi við átakuna frá Dátueftirlitinum um álopið frá teldusnikum í september 2024, tekur Klaksvíkar kommuna niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar

 

Kommunan sær álvarsliga uppá málið og hevur síðani hendingina sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein líknandi støða ikki skal endurtaka seg. Hetta fevnir m.a. um styrktar mannagongdir, økt eftirlit og arbeiði við nýggjum og betri trygdarskipanum.

Klaksvíkar kommuna er í tøttum samskifti við Dátueftirlitið um at rætta upp á tey viðurskifti, sum eru ávíst, og um at seta í verk neyðugar broytingar. Arbeiðið gongur eftir ætlan, og kommunan arbeiðir miðvíst við at tryggja, at krøvini frá Dátueftirlitinum verða fylgd.

Dátueftirlitið hevur álagt kommununi at fáa ávís viðurskifti í rættlag í seinasta lagi 1. august 2026. Klaksvíkar kommuna arbeiðir við hesum máli og metir, at arbeiðið kemur á mál innan ásetta freist.

Kommunan leggur dent á at verja persónsupplýsingar hjá borgarum, og verður arbeiðið við talgildari trygd eisini raðfest høgt framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
Lýsing