Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille Trolle og 5 A SIDE

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2026 - 07:00 Ítrottur Tíðindi

Í samband við Virkið Vár bjóðar Stjørnan til stuttligar rørslur og góðan felagsskap. 

 

Kl. 16 verður Trille Trolle Hondbóltur á skránni. Trille Trolle er fyri øll børn, sum eru 2-4 ár - saman við einum vaksnum. 
Við Trille Trolle leggja vit dent á rørslugleði, bóltspæl og góðan felagsskap. Venjingin verður skipað við spæli og eru øll børn vælkomin. 


Kl. 18 bjóðar Stjørnan øllum, sum eru 30+ til 5 A SIDE Hondbólt. Til 5 A SIDE spæla vit við bleytum bóltur og kunnu øll verða við til hesa venjingina. Spælt verður á stuttum vølli. 
5 A SIDE er ikki til teirra, sum spæla í bestu ella næstbestu deildini. 


Hvar: Í KÍ-høllini
Nær: Hósdagin 30. apríl
Klokkan: 16 (Trille Trolle) og 18 (5 A SIDE)

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Lýsing