Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógvir kendir og sera spennandi nýggir tónleikarar á bátafestivali á Toftum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2026 - 06:02 Mentan Tíðindi

Vælkomin á ársins fyrsta bátafestival á Toftum leygardagin 2. mai.

 

Tað verður ein sonn frøði at koma til tónleikaframførslurnar við kendum og góðum tónleikarum, sum fara at seta sín dám á ársins fyrsta bátafestival, sum verður á Toftum leygardagin

Sjálvandi verður onkur spennandi toftanøvn, Arne Carlsen og sjálvandi kemur unga songkvinnan Jóhanna Sámalsdóttir at syngja fyri gestunum á bátafestivalinum.

Fyrireikararnir hava altíð syrgt fyri, at tónleikaparturin er góður, men í ár er gjørt uppaftur meira burtur úr hesum partinum.

Eftir at festivalurin er settur og fólki komi væl tilrættis á festivaløkinum, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15.00, har 6 tónleikaframførslur vera.

Jón Eliassen leggur fyri við at syngja, og eftir hann, kl.15.45, kemur 2SOME við lokala Arna Carlsen og teirra fantastiska góða tónleiki.

Eftir hetta kl.16.45 kemur ungi tónleikaspírin Bjarki V. Trondesen at syngja fyri fjøldini og tónleikaskráin er óendaliga góð, tí klokkan 17.30 fara vit at hoyra lokalu Jóhannu Sámalsdóttir framføra við síni vøkru rødd.

Kendi føroyski Kim Hansen trínur á páll kl.18.15 og kemur at hugtakað fólki við sínum tónum. Kl.19.00 kemur Lív Næs saman við Tróndur Enni, at framføra teirra deiligu tónar.

Frá klokkan 20.00 verur tað Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum samlar nógv fólk við teirra “syngi við” tónleiki, sum kemur at spæla, áðrenn dansurin við við Halluri Joensen er á skrá.

Vælkomin á ársins fyrsta bátafestival á Toftum leygardagin 2. mai.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Lýsing