Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smáskótadagur í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.05.2026 - 16:14 Mentan Tíðindi

Leygardagin 9. mai fara 300 skótar úr øllum landinum at seta sín dám á býarmyndina í Klaksvík, tá árligi smáskótadagurin verður hildin

 

Smáskótadagurin savnar børn úr øllum landinum og er ætlaður børnum frá 4. Flokki og yngri. Luttakarnir verða býttir í bólkar og fara at luttaka í einari postarenning runt um í býnum, har tey fáa ymiskar avbjóðingar, uppgávur og spæla spøl saman. Evni fyri dagin í ár er “Ver til reiðar”.

Endamálið við smáskótadegnum er, at styrkja felagsskapin millum smáskótar kringa landið og samstundis geva teimum ein dag við spølum, avbjóðingum og felags upplivingum. Har tey eisini fáa høvi at menna førleikar og uppliva hvat tað er, at verða skóti.

Tiltakið byrjar kl 10 á Vágsbøi og endar á saman stað kl 15:30. Luttakararnir fara at verða úti allan dagin, tí verður mælt til, at tey hava hóskandi klæðir, matpakka og vatn við.

Íbúgvar og vitjandi fara at at merkja lívið í býnum leygardagin, tá nógvir skótar seta sín dám á gøtur og øki kring býin hendan dagin.
 
 
 
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið