Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.05.2026 - 07:49 Tíðindaskriv

Mikukvøldið 6. mai skipa Foreldur at tvørkyndum fyri einum ókeypis og áhugaverdum tiltaki, ið varpar ljós á evnið kyn og samleiki. Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu 3 frá klokkan 19 til 21 og á skránni er bæði fyrilestur, upplestur og tónleikaframførslur.

 

Á tiltakinum, sum Elsa Berg, borgarstjóri, setur, fer Sigga Birna Valsdóttir at halda fyrilestur um kyn og samleika í dag.

Hvørjar eru avbjóðingar, og hvussu kunnu vit loysa tær? Eisini fer hon at tosa um, hvørjar avleiðingar minnilutastrongd hevur fyri sálarheilsuna.

Síðani 2009 hevur Sigga Birna starvast sum ráðgevi og terapeutur, har hon serliga hevur arbeitt við ungum tvørkyndum. Sigga Birna hevur ráðgivið hundraðtals fakfólkum innan útbúgvingar-, sosial- og heilsuøkið um kynssamleika og kynsligt fjølbroytni hjá børnum og ungum, kynsliga sannføring, og hvussu ein kann skapa eitt meira kynsinkluderandi umhvørvi. Eisini hevur hon arbeitt nógv við at stuðla og vegleiða í arbeiðinum við børnum og ungum, sum ikki fylgja vanligum kynsnormum.

Á tiltakinum verður forkunnugur upplestur og tónleikur. Ein av okkara virknastu rithøvundum, Marjun Syderbø Kjelnæs, fer nevniliga at lesa nýskrivaðan skaldskap, og Leo og Ása fara at framføra.

Eisini verður ein góður drekkamunnur, og høvi verður at seta spurningar og práta saman.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið