Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast f.v. Henny á Líknargøtu, Eiler Fagraklett, Levi Hanssen, Lív Sørensen og Ann Krista í Dali

Felagið Føroysk Marknaðarfólk endurstovnað

SKRIVAÐ: Felagið Føroysk Marknaðarfólk  |  06.05.2026 - 15:25 Tíðindi Vinna

Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, er nú endurstovnað. Felagið virkaði frá 2013 fram til 2019, tá virksemið steðgaði, men nú er felagið endurstovnað. Talan er um eitt forum, har fólk innan vinnugreinina kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

 

 

Vitanardeiling og netverk

Umleið fýra ferðir um árið fer felagið at skipa fyri tiltøkum fyri limum við føroyskum case stories, serfrøðingum og kjaktorgi. Møguleiki er eisini at skipa fyri felagsferðum til altjóða marknaðarføringsmessur og -ráðstevnur. Við ársskiftið verður somuleiðis skipað fyri ársveitslu og virðislønarhandan.

 

Fyrsta tiltakið í Vinnuhúsinum

Fyrsta limatiltakið verður mikudagin 27. mai, kl. 14.00 í Vinnuhúsinum. Fyrsta evnið verður eitt sofaprát um marknaðarføringina av farna løgtings- og fólkatingsvalinum. Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Ráðgevar, ið vóru við at stýra valstríðini fyri teir størstu flokkarnar fara at at luttaka og tosa nærri um evnið. Onnur komandi limatiltøk verða kunngjørd seinni.

 

Hvat er eitt marknaðarfólk?

Øll marknaðarfólk kunnu gerast limir í felagnum. Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, ráðgevar, samskiftisfólk, grafikarar, samskiparar, SoMe-fólk og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.

 

Limaskapur

Limaskapur í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk verður teknaður við at gjalda limagjald á 1.000 kr um árið per persón. Limagjaldið gevur atgongd til øll tiltøk, ið Felagið Føroysk Marknaðarfólk skipar fyri. Nýggir limir kunnu melda seg sum lim í endurstovnaða felagnum við at skriva til: ffm@ffm.fo

 

Nýggj nevnd sett

Á stovnandi aðalfundinum, 4. mai 2026, varð nevnd vald. Tey valdu vóru: Ann Krista í Dali (marknaðarleiðari hjá Gist & Vist), Eiler Fagraklett (marknaðarleiðari hjá Poul Hansen), Henny á Líknargøtu (Travel Director hjá Smyril Line), Levi Hanssen (brand- og marknaðarleiðari hjá Hiddenfjord) og Lív Sørensen (marknaðarráðgevi hjá Betri Trygging). Nevndin hevur skipað seg við Eileri Fagraklett sum formanni og Henny á Líknargøtu sum kassameistara.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni