Styrk títt netverk við COST
Tann 12. mai kl. 12.30–14.00 verður norðurlendskur kunningarfundur um COST.
COST gevur granskarum møguleika at gerast partur av altjóða fakligum netverkum og samstarvi tvørtur um lond og fakøki. Gjøgnum eina COST Action kunnu granskarar knýta sambond við fremstu serfrøðingar í Evropa, fáa stuðul til ráðstevnuferðir, skeið og granskingarvitjanir uttanlands – og samstundis styrkja sínar egnu verkætlanir og førleikar. COST er ofta byrjanin til nýggj samstarv, nýggj hugskot og størri granskingarverkætlanir.
Kanningar vísa, at luttøka gevur størri sannlíkindi at fáa stuðul úr øðrum altjóða fíggingargrunnum.
Granskarar úr Føroyum kunnu gerast partur av teimum umleið 300 virknu COST netverkunum kring Evropa.
Vertir eru COST umboð úr Noregi, Svøríki, Danmark, Finlandi, Íslandi og Føroyum. Hetta er aðru ferð at COST umboðini í Norðurlondunum í felag skipa fyri talgildum kunningarfundi um ymsu møguleikarnar fyri luttøku í COST Actions.
Les meira:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/styrk-titt-netverk-vid-cost