Ein bóndi og ein allahandamaður
Her fáa Jógvan í Innistovu á Trøllanesi og Finnbogi Ísakson sær eitt prát í túninum sunnanfyri húsini í Norðnástovu í Mikladali. Gamla smiðjan í Norðnástovu sæst í bakgrundini
Sjálvt um Jógvan var eini 6 ár eldri enn Finnbogi, so kendust teir væl, tí í uppvøkstrinum var Finnbogi nógv at vera hjá mammubeiggjanum Óla og Elspu í Uppistovu. Tað er ilt at vita, hvat teir báðir práta um, men teir eru stásklæddir, so helst hevur okkurt hátíðarhald, rundur føðingardagur, jarðarferð ella líknandi verið í Mikladali.
Jógvan í Innistovu, sum varð føddur í 1937, hevur alla sína tíð verið bóndi á Trøllanesi. Hann er giftur Gertrud, sum er ættað av Syðradali á Kalsoynni. Jógvan og Gertrud búgva nú í Klaksvík.
Finnbogi hinvegin var allahandamaður. Hann var fjølmiðlamaður, bæði í Útvarpinum og Sjónvarpinum, blaðstjóri, rithøvundur og yrkjari. Men mest av øllum var hann politikari. Hann var løgtingsmaður fyri Tjóðveldi í nógv ár og landsstýrismaður í trimum umførum. Hann var løgtingsformaður frá 1998 til 2002. Finnbogi varð føddur í 1943 og doyði í 2005, 62 ára gamal.
Eg veit ikki nær myndin er tikin, men kanska onkuntíð umleið 1990. Ása M. Justinussen, kona Finnboga lænti mær myndina.