Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forkanning um vitlíki handað landsstýrismanninum

SKRIVAÐ: Fíggjarmálaráðið  |  05.05.2026 - 15:15 Tíðindaskriv

Gjaldstovan hevur handað Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, forkanning um vitlíki. Forkanningin er fyrsta stigið í arbeiðinum at gera eina heildarætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu gagnnýta vitlíki við ábyrgd og tillagað føroysk viðurskifti.

 

Vitlíki er týðandi partur av politisku visjónini hjá landsstýrinum. Landsstýrismaðurin leggur dent á týdningin av, at Føroyar seta eina felags kós.

“Vit hava ein greiðan politiskan vilja til at gagnnýta vitlíki til fyrimun fyri samfelag okkara. Tað snýr seg um at hava visjónina og at seta kósina við einari heildarætlan, ið tryggjar mál, mentan og búskap, samstundis sum vit skapa vøkstur fyri allar Føroyar” sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Forkanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur og møguleikarnir nógvir. Samstundis er tørvur á greiðari leiðbeining, sterkari førleikum og betri samstarvi, um tøknin skal brúkast trygt og koma øllum til góðar.

Fyri fólkið í Føroyum snýr tað seg um fatan og førleikar, eina framhaldandi sterka vinnu, búskaparvøkstur, góðar almennar tænastur, og tryggja, at føroyskt verður eitt virkið mál í nýggju tøknini.

Forkanningin byggir á verkstovur, samrøður og greiningar, har umboð fyri vinnu, fakfeløg, útbúgvingarstovnar og almennar stovnar hava borið fram síni sjónarmið. Millum luttakararnar vóru MEGD, Fróðskaparsetur Føroya og Undirvísingarstýrið.

Næsta stigið er, at Gjaldstovan fer undir at gera eina heildarætlan. Forkanningin mælir til, at farið verður víðari við royndarverkætlanum við stovnum og kommunum, og at ein samskipandi vitlíkiseind verður skipað til at stuðla arbeiðinum tvørtur um land, kommunur og vinnu.

Endamálið er, at Føroyar skulu brúka vitlíki skilagott og ábyrgdarfult, so tøknin verður til gagns fyri fólkið, málið og búskapin.

 

Les forkanningina um virlíki her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið