Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ætlanin er nú, at útbúgvingarnar innan heilsurøkt av okkara eldru borgarum í stóran mun skulu fara fram gjøgnum teldu. Tað fostrar spurningin, um tað sama ikki eigur at verða gjørt við útbúgvingina innan ansing av okkara yngru | Mynd: Sjálvgjørd mynd

Næsta stig má vera námsfrøðingaútbúgvingin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2026 - 09:00 Leiðarin Politikkur

Nú tað fer at verða gjørligt fyri næmingar í Havn at sita í heimbýnum og fylgja við undirvísingini á Heilsuskúlanum í Suðuroy, er eitt upplagt næsta stig at talgilda námsfrøðingaútbúgvingina. Eitt stig, sum Kommunufelagið heilt víst man taka undir við, tí trotið á hesum starvsbólkinum er stórt, júst sum innan heilsurøktina

 

 

Sambært Kommunufelagnum eru átrokandi áneyðir á fleiri heilsuhjálparum, og formaðurin, Tórbjørn Jacobsen, sigur, at hann væntar, at fjarlestur verður loysnin framyvir.

Hendan áskoðanin letur upp fyri nógv fleiri møguleikum. Tí ein onnur minst líka stór avbjóðing sum starvsfólkatrotið á heilsuøkinum eru bústaðarprísirnir, og teir eru, sum øllum kunnugt, nógv hægstir í Tórshavn. Fyri lesandi, sum eru fíggjarliga sperd, er tann verst hugsandi staðsetingin av lestrarplássi júst í Havnini.

Tí líka so geografiskt fjar, sum Suðuroyggin er fyri lesandi úr Havn, líka so økonomiskt fjarir eru bústaðirnir í Havn fyri øll onnur lesandi enn tey í Havn, sum enn búgva hjá foreldrunum.

Tað næsta stigið hjá landsstýrismanninum í mentamálum og Kommunufelagnum eigur tí at vera at talgilda útbúgvingar í Havn, har starvsfólkatrot eisini er. Kommunurnar hava stórt trot á námsfrøðingum, og hendan útbúgvingin er uppløgd at verða tann næsta eftir heilsuhjálparaútbúgvingina, ið verður talgild.

Og tað tænir ikki bara kommununum í Kommunufelagnum at klekja talgildar pedagogar. Tað kann sanniliga eisini gagna Landskassanum, um tað fer at bera til at taka útbúgving sum námsfrøðingur í egnum heimligum umhvørvi, tí tað merkir, at munandi færri áneyðir (les: færri útreiðslur) vera á at gera Eirargarð um til lestraríbúðir.

 

Kampus kann gerast óneyðugt

Síggja vit tingini í størri perspektivi – Kommunufelagið hevur her víst landinum Ljósið – og byrja beinanvegin, kunnu vit eisini spara almennu kassunum fyri útreiðslum í milliardaflokkinum. Tí tá tøknin nú kann gera staðsetingina av útbúgvingum, sum eru so ”hands-on” og nærleika-krevjandi sum heilsuhjálparaútbúgvingin og námsfrøðingaútbúgvingin, óviðkomandi, eigur at vera lagað manni (m/k) at talgilda tær reint bókligu-akademisku útbúgvingarnar.

Fjarlestur av útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum eigur tí við tíðini sjálvsagt eisini at standa teimum í boði, sum av ymsum ávum ikki kunnu, vilja ella hava hug at koyra til Havnar at nema sær útbúgving. Og harvið kann dýra Kampusverkætlanin gerast umsonst.

Leikluturin hjá Kommunufelagnum kundi í hesum høpi verið at fáa høli við netsambandi og stórskíggja til vega í kommununum, har tey lesandi kunnu sita og fylgja við, um tað eitt nú er bólkaarbeiði ella líknandi á skránni, har tað ikki er nummar eitt at fylgja við heimanífrá.

Møguliga kunnu vit eisini gerast fyrimynd hjá Danmark, soleiðis at tað heldur ikki longur verður neyðugt at fara niður á Oyrasundskollegiið, RUC o.a. fyri at røkka hægri útbúgvingum, men kunnu vera í okkara fjálga heimliga umhvørvi alt lívið ella størsta partin av tí og í ongan, ella í versta føri lítlan, mun verða útsett fyri sansainntrykkum úr øðrum umhvørvum. Hetta liggur tó sjálvsagt nakað longur frammi í tíðini.

Beint nú kunnu vit spara bæði lestraríbúðir á Eirargarði og Kampus burtur. Og vit hava ikki meira at tapa, enn hvat heilsuhjálparaútbúgvingin longu tapir við hesi fyrstu talgildingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið