Nýmótans fólkatónleikur og amerikana
Hetta er fyrsta staklagið av føroysku útgávuni hja Hans Andriasi, og samstundis eitt týðiligt fet víðari í tónlistarligu ferðini hjá Hans Andrias, Sement vinnarin 2025
Dreymurin er eitt hugtakandi og fangandi lag, har tónar úr nýmótans fólkatónleiki og amerikana renna saman. Hans Andrias hevur sjálvur gjørt lagið, meðan teksturin er skrivaður av yrkjaranum Hans Jacob Kollslíð.
Um tekstin sigur Kollslíð:
“Onkuntíð mugu vit koma til sættis við broytingar í lívinum og lata farið vera farið. Tað kann verða torført, og tað kann verða freistandi, at minnast aftur á dreymarnar frá fyrr og droyma seg burtur nú. Fyrr ella seinni, mugu vit koma til ta niðurstøðu, at nú er nú, og lata fortíðina fara í friði, um vit sjálvi skulu fáa frið”.
Lagið verður borið av vøkrum gittarspæli, nærverandi munnharpuspæli og við inniligu og sterku røddini hjá Hans Andriasi. Til tíðir er lagið countrykent við nógvum spennandi ljóðførum, sum Banjo og mandolin.