Lýsing
Lýsing
Lýsing

Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað samstarvsavtalu

SKRIVAÐ: Róðrarsamband Føroya  |  11.05.2026 - 10:25 Ítrottur Tíðindaskriv

Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum merkir, at Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý kappingarárini.

 

Avtalan fevnir um kappingarárini 2026, 2027 og 2028 og hevur til endamáls at styrkja og menna føroyskan kappróður – bæði á sjónum og arbeiði, ið verður gjørt í sambandi við stevnurnar kring landið. 

Samstarvið snýr seg ikki einans um fíggjarligan stuðul. Trygd fer eisini at lata útgerð og lutir til rógvarar og feløg, so sum bjargingarvestar og annað, ið kann betra um trygdina og trivnaðin í ítróttinum. Øll 28 kappróðrarfeløg í landinum fáa til dømis bjargingarvestar frá Trygd.

«Vit eru sera fegin um, at Trygd verður okkara høvuðsstuðul. Samstarvið er við til at styrkja føroyskan kappróður – við Trygd fáa vit betri møguleikar at menna íðkarar og ítróttin sum heild umframt at skapa góðar og tryggar upplivingar bæði til venjingar og kappingar», sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.

«Vit eru errin av at gerast høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri, sum er ein so týdningarmikil partur av okkara mentan og samleika. Umframt fíggjarligan stuðul gevur henda samstarvsavtalan góða meining fyri báðar partar, tí vit umframt fíggjarliga stuðulin kunnu vera við til at styrkja trygdina á sjónum» sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd

Samstarvsavtalan merkir samstundis eisini, at báturin við flest stigum, fer at bera búmerkið hjá Trygd. Norðoyastevnan er tann fyrsta í røðini og er 29.-31. mai. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár