Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sannførandi sigur og fleiri ungir leikarar vístu seg fram

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  10.05.2026 - 21:09 Ítrottur Tíðindi

5-0 sigur var ikki eitt mál ov lítið, tá ið KÍ tók móti Skála á heimavølli í dag. Hagtølini frá dystinum vísa eisin, at KÍ hevði nógv fleiri møguleikar og royndir á málið, hjá Skála, enn Skála kláraði at skapa.

Skála hevur vunnið bæði móti B36 og 07Vestur fyrr í ár. Uppgávan hjá Skála var, at gera tað torført hjá oddaliðnum at halda fram við sannførandi spælinum.

Fyrsta partin av dystinum vísti Skála stóran vilja, tó uttan at koma til nógvar møguleikar. Ein verjuvilla hjá KÍ mundi gjørt, at Skála slapp at leggja seg framum longu heilt tíðliga í dystinum, men tað var einasta støða, ið veruliga var vandamikil.

KÍ kvinnurnar vístu hinvegin, at tær ætlaðu at vaska javnleikin í Havn av sær, og pressaðu upp á frá byrjan at fáa mál. Bólturin var nógv inni í feltinum hjá Skála, men neyvleiki manglaði, tí møguleikarnir og góðu støðurnar vóru ríkiligt av.

Tá ið 18 minuttir vóru leiktir, skoraði Durita Hummeland við høvdinum til 1-0, eftir at Malena Olsen hevði skalla bóltin víðari.

Í tíðini dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki, skoraði Malena Olsen frá kantinum av brotsteiginum, eftir at Skála ikki megnaði at rudda burtur.

Í seinna hálvleiki valdi venjarin at geva fleiri ungum leikarum spælitíð, og stutt eftir at Karla Sjóstein og Elspa Zachariassen vóru komnar inn, fekk Sólja Ernstdóttir ein góðan bóltin í dýbdina frá Eyðvør Klakstein, sum hon rann upp og smekkaði í málið til 3-0.

Áðrenn tey bæði seinastu málini blivu skorðaði, vóru eisini Rannvá Ryan, Birita Mohr og Aleksandra Zachariassen settar á vøllin. Fyri Aleksandru var hetta fyrsti dystur í bestu deildini, og klárði hon hetta framúr væl við einum flottum uppleggi til Biritu Mohr, sum hegnisliga skoraði til 5-0.

Karla Sjóstein skoraði málið til 4-0, eftir ein retur í fimmetrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk