Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búnaðargrunnurin hevði í 2025 eitt sítt besta úrslit higartil

SKRIVAÐ: Búnaðargrunnurin  |  11.05.2026 - 10:26 Myndarøð Tíðindaskriv

Búnaðargrunnurin hevði í fjør eitt avlop á góðar 13,5 mió. kr. - Av hesum verða góðar 6 milliónir fluttar landskassanum til at fíggja umsitingina av landsjørðini.

 

Høvuðsendamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til íløgur í føroyskan landbúnað.

Umframt nýggj lán fyri slakar 17 mió. kr. veitti grunnurin í 2025 eisini stuðul á góðar 19 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging, umframt til velting og umvæling av bøi. Síðani 2020 hevur grunnurin veitt stuðul fyri tilsamans 75 mió. kr., ið svarar til 12,5 milliónir um árið.

Við árlok 2025 hevði Búnaðargrunnurin útlán fyri 137 mió. kr., harav 8 milliónir eru avsettar til at standa ímóti møguligum tapum. Upphæddin í virðisbrøvum og tøkum peningi var tilsamans 223 milliónir, og í fjør var vinningurin av virðisbrøvum slakar 7 milliónir, ið svaraði til eitt avkast á 3,5%.

Við úrslitinum fyri 2025 er fæið í høvuðsgrunninum nú 98 mió. kr., meðan upphæddirnar á festikontum og í felags festipuljuni samanlagt eru 223 milliónir. Tilsamans javnvigar fíggjarstøðan hjá Búnaðargrunninum við 353 milliónum, og eginognin er 346 milliónir, ið svarar til 98% av fíggjarjavnanum.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2025 var 4,4 mió. kr., ið var góð 6% minni enn árið fyri. Síðstu tvey árini er kostnaðurin av at reka Búnaðargrunnin lækkaður við sløkum 10 prosentum.

Í leiðslufrágreiðingini verður víst á, at Løgtingið í 2025 samtykti fleiri broytingar í landbúnaðarlóggávuni, harundir eisini í lógini um Búnaðargrunn. Eitt nú varð samtykt at niðurlaga Búnaðargrunnin við 10 mió. kr. og óbeinleiðis at lækka komandi inntøkur fyri sølu av landsjørð við 20 prosentum. Greitt verður frá, at hesar og aðrar broytingar væntandi koma at hava neiliga ávirkan á virksemið hjá Búnaðargrunninum, og at útlit tí ikki eru fyri eins góðum úrslitum framyvir.

Leiðslan væntar eisini, at hetta við tíðini fer merkja, at Búnaðargrunnurin lutfalsliga kemur at vikna sum stuðuls- og fíggingarstovnur, og harvið eisini at fáa lutfalsliga minni týdning sum viðleikari, tá nýggjar íløgur í framtíðini skulu gerast í landbúnaðarvinnuni.

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen, og Símun Gullaksen er stýrisformaður. Hini í stýrinum eru Barbara Pállsdóttir Vang, Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár