Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eiðisløta í Hólmahúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2026 - 07:39 Mentan Tíðindi

Leygardagin 16. mei verður Hólmahúsið á Eiði karmur um eina søgukenda løtu, sum byrjar stundisliga kl. 15 við einum drekkamunni

 

Varaborgarstjórin í Eiðis kommunu, Tove Kruse Samuelsen, fer at seta løtuna.

Hesi fara at greiða frá minnishendingum:

  • Svanhild Vesturdal og Hanus Hammer.

Jógvan Hammer fer at at skipa fyri eini kunnandi spurnarkapping við støði í staðarnøvnum og hendingum úr Eiðis søgu.

96 ára gamli Hans Poulsen, sum er føddur og uppvaksin á Eiði, fer at greiða frá ymiskum á lívsleið síni. Hans var ein av elstu beiggjunum í stórum systkinaflokki, sum 14 ára gamal misti mammuna, Sannu, ið var úr Hvalvík.  Pápi  hansara  Andrias Poulsen, nevndur Andrias hjá Jens, var fiskimaður. Hans lærdi til snikkara í Klaksvík fyrst í 1950-árunum. Seinni byrjaði hann egið snikkaravirkið í Klaksvík.

Karl Martin Samuelsen, ið er hálvur eiðismaður, fer at syngja sangir, sum hann sjálvur hevur yrkt. Mamma hansara, Dudan, var ættað úr Britustovu, ið er eitt av gomlu vøkru húsunum, sum enn eru eftir í bygdini. 

Svenning av Lofti samskipar løtuna.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…